Heðin Gregersen vann ST Open 2021

Fyrsta Grand Prix kappingin í kappingarárinum varð telvað í vikuskiftinum. 21 luttakarar vóru við í kappingini á Giljanesi. Gleðiligt at síggja so nógvar luttakara og serliga at síggja so nógvar nýggjar telvarar royna seg.

Les meira »

Kappingar útsettar

Vegna stóra talið av corona smittaðum ímillum børn og ung, eru allar talvkappingar hjá børnum og ungum fyribils útsettar. Nærri kunning kemur aftur, tá byrjað verður.

Les meira »

ST-Open 2021

Fyrsta Open-kapping í ár verður í Sandavági vikuskiftið 22.-24. oktober 2021. Telvað verður í skúlanum á Giljanesi.

Les meira »

Eykaaðalfundur – 28. septembur kl. 19.00

Við loyvi frá seinasta aðalfundi, verður kallað inn við stuttari fráboðan. Eykaaðalfundurin verður hildin týsdagin 28. septembur kl. 19.00 í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag, Finsen, Tórsgøta 100 Tórshavn.

Les meira »

Luitjen vann bronsu

Føroyar vunnu eitt heiðursmerki í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar, sum hevur verið á Hotel Føroyum um vikuskiftið.   Tað var Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag, sum endaði nummar trý í bólki C fyri teir 15-16 ára gomlu. Luitjen hevði næsthægsta styrkitalið í bólkinum, vónir vóru tí um meira enn eitt bronsuheiðursmerki, men úrslitið mundi vera á góðari leið. 

Les meira »