Heim / Lógir / Almennar reglur

Almennar reglur

Almennar reglur

§1

Almennar kappingarreglur.

  1. Er ikki annað ásett í kappingarreglunum ella innbjóðing fyri ávísa kapping, eru altíð FIDE reglurnar galdandi.
  2. Er ivamál um, hvussu FIDE-reglurnar skulu skiljast, er enska útgávan galdandi.
  3. Øll kappingarhølir skulu vera roykfrí. Fyrireikarar kunnu hava serlig hølir fyri roykjarar.

§2

Allýsing av føroyingum, útisetum og útlendingum.

  1. Undir heitið føroyingur er eisini útlendingur, sum hevur fastan bústað í Føroyum og hevur havt hann í tvey ár.
  2. Útiseti er føroyingur, sum er burturstaddur í eina tíð í lestrar ella líknandi ørindum.

 

 

Sí eisini

Hugaítróttur Føroya

Viðtøkur fyri Hugaítrótt Føroya §1 Hugaítrótt Føroya er ein samskipan av sambondum og felagsskapum, sum …