Innbjóðing: Steypakapping 2010 og Talvgalla við Gjógv

Eftir heilt einastandandi væl eyðnaðu steypakappingarnar 2007/2008/2009, skipar Talvsamband Føroya - aftur í 2010 - fyri Steypakapping í talvi fyri lið, leygardagin, tann 11. september 2010. Tiltakið verður í Gjáargarði við Gjógv. Karmar og umstøður sum vísa seg at vera heilt ekseptionelt góðir.

Les meira »

Heiðrikur stóð seg best

17 ára gamli, Heiðrikur Tindskarð Jacobsen, úr Tórshavn, varð - tá seinasti leikur var fluttur - stinnastur av føroyingunum, sum luttóku í Politiken Cup 2010, sum varð telvað í Helsingør seinastu vikuna.

Les meira »

Helgi skakar í Noregi

helgi09

Helgi Dam Ziska, sum í hesum døgum luttekur í sera sterkari talvkapping, Arctic Chess Challenge, í Tromsø, er ikki til at vika, hóast ógvusliga mótstøðu.

Les meira »

Ólavsøka 2010 – úrslit

Olaf Berg vann Ólavsøkusnartelvingina 2010, ið Havnar Telvingarfelag skipaði fyri.

Tó mátti umdystur millum Olaf og Torkil Nielsen til, áðrenn vinnarin varð funnin. Við vóru 16 telvarar, og vóru 7 umfør telvaði.

Sí úrslit og støður á kappingartalvuni.

Les meira »

Henrik Danielsen vann Heini Olsen Memorial

 

Íslendski stórmeistarin, GM Henrik Danielsen, vann talvkappingina Heini Olsen Memorial. Henrik vann kappingina við 7 stigum, ájavnur í stigum við enska stórmeistaran GM Gawain Jones. Mótstøðustigini vórðu avgerandi. Helgi vann bronsu á 3. plássi við 6 stigum.

Les meira »

Hjartanemandi løta !

Tá Karpov vitjaði talvkappingina Heini Olsen Memorial gav hann sær góðar stundir, at heilsa uppá Rógva H. Olsen.

Les meira »

Helgi vann á Karpov !

Søguliga vitjanin hjá fyrrverandi heimsmeistaranum, Anatoly Karpov, innibar somuleiðis enn eitt søguligt úrslit fyri føroyska telving.

Les meira »