Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag kunnu báðir tryggja sær sokallaðan IM-norm í altjóða talvkappingini Runavík Open, sum endar í Løkshøll í dag.
Les meira »Rógvi á 3. plássi
Eftir dagsins fyrra umfar, og sjeynda íalt, er Rógvi E. Nielsen (2339) framvegis við í toppinum. Rógvi telvaði javnt móti stórmeistaranum Oleg Korneev (2551), ið undan umfarinum lá einsamallur á odda við 5 stigum.
Les meira »Rógvi í oddastríðnum
Rógvi Egilstoft Nielsen hevur nú lagt seg fram í oddan í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Rógvi hevur 4½ stig eftir seks umfør, og er nummar tvey í kappingini saman við trimum útlendskum stórmeistarum.
Les meira »Góður føroyskur dagur
Tað gekst væl hjá bestu føroysku telvarunum í altjóða kappingini Runavík Open í gjár. Høgni Egilstoft Nielsen er framvegis ósigraður. Í gjár telvaði hann javnt móti russiska stórmeistaranum Vasily Papin. Eldri bróðirin, Rógvi Egilstoft Nielsen, vann á íslendska IM-aranum Gudmundi Kjartanssyni, sum vann Runavík Open í 2016. Høgni og Rógvi hava 3½ stig hvør eftir fimm umfør, og eru javnir á fjórða plássi saman við tveimum stórmeistarum.
Les meira »Trongt í toppinum
Í dag verður farið undir fimta umfar í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. 28 telvarar eru við – helvt um helvt føroyingar og útlendingar. Átta útlendskir stórmeistarar eru við í kappingini. Flestu av teimum eru ættaðir úr londum í fyrrverandi Sovjettsamveldinum. Fremstir við 3½ stigum hvør eftir fýra umfør eru stórmeistarnir Vasily Papin úr Russlandi og Oleg Korneev, sum er úr Russlandi, men býr og umboðar Spania.
Les meira »Átta stórmeistarar í Runavík
Mánadagin byrjar altjóða talvkapping í Løkshøll í Runavík. Hetta er tann triðja Runavík Open, sum Talvsamband Føroya og Runavíkar Kommuna í felag skipa fyri. Átta útlendskir stórmeistarar eru millum teir 27 telvararnar í kappingini. Teir eru helvt um helvt føroyingar og útlendingar.
Les meira »Dysturin um heimsmeistaraskapin byrjar í dag
Í dag kl. 15 byrjar dysturin um heimsmeistaraskapin 2018. Dysturin, ið fevnir um 12 talv, verður telvaður í London í døgunum 9/11 til 28/11. Hesuferð er dysturin ímillum sitandi heimsmeistaran síðani 2013, 27 ára gamla norðmannin Magnus Carlsen, og avbjóðaran, 26 ára gamla amerikumannin Fabio Caruana. Hetta er fyrstu ferð síðani 1990, at dysturin um heimsmeistaraskapin verður telvaður ímillum tveir teir fremstu telvararnar í heimunum.
Les meira »Frásøgn: Leif og Luitjen í Uppsala Young Champions
Ferðafrásøgn frá kappingini Uppsala Young Champions 2018, ið var telvað í Svøríki døgunum 26. – 30. oktober, og har tveir av okkara sterkastu ungu telvarum, Leif Reinert Fjallheim og Luitjen Akselsson Apol, luttóku.
Les meira »Sandavágsmenn á odda
Landskappingin í talvi fyri lið er byrjað. Telvað hevur verið báðar seinastu sunnudagarnar, og eftir tvey umfør eru vágamenn fremstir. Líkt er til, at fremstu trý feløgini í 1. deild fara at vera tey somu sum farna kappingarár. Sandavágs Talvfelag, Klaksvíkar Talvfelag og Havnar Telvingarfelag hava vunnið sínar dystir higartil.
Les meira »ST-Kvik 2018
Í vikuskiftinum verður hol sett á Grandprix kappingina og í hesum sambandi bjóðar Sandavágs Talvfelag til kvik kapping. GP2 verður á skúlanum á Giljanesi leygardagin 10. November kl. 11
Les meira »