Føroyska talvlandsliðið stóð seg væl í EM-kappingini í Montenegro í dag. Móti Sveis endaði tað remis á trimum borðum, og tað var meira enn roknað var við framman undan. Dysturin endaði 2½-1½ til Sveis. Høgni Egilstoft Nielsen tóktist vera greitt við yvirlutan á 1. borði, men tá ið á stóð í tíðartroti valdi hann tryggu loysnina og javnleikin. Rógvi kláraði aftur remis í dag eins og í gjár, og nú bragdaði eisini hjá John Rødgaard. Martin Poulsen mátti dvína við svarta fólkinum á øðrum borði. Samanumtikið eitt flott úrslit hjá Føroyum. Sveis - við tveimum stórmeistarum og tveimum altjóða meistarum á liðnum - er styrkismett sum nummar 28 í kappingini.
Les meira »Eitt remis móti Grikkalandi
Føroyar fingu við bit og slit eitt hálvt stig í fyrsta dystinum í EM-kappingini í talvi fyri landslið, sum byrjaði í Montenegro í dag. Tað var Rógvi Egilstoft, sum á 3. borði fekk talvið javnt í dystinum móti Grikkalandi. Mótstøðumaðurin hevði hægsta styrkitalið á grikska liðnum, men sat kortini á 3. borði. Rógvi telvaði væl, og varðveitti javnvágina allan vegin. Grikkaland, sum hevði stórmeistarar á øllum borðum, er styrkismett nummar 17 av teimum 38 liðunum í kappingini. Sætta norðurlandið, Finnland, tapti 3-1 fyri Ungarn. Høgni og Martin hildu tørn í fleiri tímar, men so tók at dragna. John Rødgaard hevði tíðliga veikleikar at dragast við, tó at hann slapp í fronsku yndisbyrjanina.
Les meira »EM fyri landslið í talvi byrjar í dag
Risastór avbjóðing Seinnapartin vóru fyrstu leikirnir fluttir í EM-stevnuni fyri landslið í talvi. Kappingin er í Budva í Montenegro. 38 lond eru við. Av smátjóðunum í Evropa eru Føroyar einsamallar millum tey stóru. Einki av hinum níggju liðunum í smálandakappingini, sum júst hevur verið í Jersey, er við í EM-kappingini. Hetta er triðja ferðin, at Føroyar eru við. Fyrsta ferðin var í 2015. Tá var telvað í Íslandi. Talvsambandið setti tá sum treyt, at vóru fimm teir fremstu av okkara telvarum til dystin fúsir, so varð meldað til. Sama var í 2017. Báðar ferðir mannaðu somu fimm telvarar føroyska liðið.
Les meira »Næstbest í smálandakappingini
Tað eydnaðist ikki føroyska talvlandsliðnum at endurvinna kappingina fyri smátjóðir í Evropa á hesum sinni. Andorra vann hesa áttandu kappingina suðuri á Jersey. Føroyar endaðu nummar tvey av teimum tíggju liðunum. Føroyar vunnu sjey dystir, taptu ein og telvaðu ein javnan. Úrtøkan var 15 dystarstig og 26 borðstig.
Les meira »Innbjóðing: NM úttøkukapping fyri børn og ung
Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum plagar at vera í februar – mars mánaði. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.
Les meira »Vunnu á Guernsey og Kýprós
Føroyska talvlandsliðið gjørdi gott hál í smálandakappingini suðuri á Jersey í dag. Vunnið varð bæði í morgun og í kvøld. Móti Guernsey vunnu føroyingar á øllum fýra borðum. Kýprós gav okkum dyggari mótstøðu í kvøld. Tá komið var hálva leið, høvdu vit bara hálvt stig, men tíbetur vóru okkara menn á ovaru borðunum báðir við yvirlutan. Vit vunnu tí 2½-1½ á Kýprós. Føroyar hava nú otað seg av fimta plássi fram á triðja plássið, men enn eru Andorra og Luksemburg fremri.
Les meira »Javnleikur móti oddaliðnum
Dysturin millum Føroyar og Andorra í dag í smálandakappingini í talvi á Jersey endaði javnur 2-2.
Les meira »Nógvir um boðið
Eingin heilt greiður favorittur sæst eftir fyrstu trý umførini í smálandakappingini í talvi fyri smátjóðir í Evropa suðuri á Jersey. Føroyska liðið tapti lykladystin móti Luksemburg í fyrsta umfari. Síðani hava Føroyar vunnið báðar dystirnar í dag – í morgun á Malta og í kvøld á Liktinstein. Føroyar eru á fjórða plássi sum er. Andorra, Monako og Luksemburg eru fremri. Í fjórða umfari í morgin telva Føroyar móti oddaliðnum Andorra.
Les meira »Innbjóðing til Liðkapping fyri børn 5. nov.
Sunnudagin 5. november er liðkapping fyri børn aftur, hesaferð á Skúlatrøð í Klaksvík. Kappingin byrjar kl. 13:00. 4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini hava upp til 2 útskiftarar við. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku og fáa 10 minuttir í part til talvið, umframt, at fyri hvønn leiktan leik verða 5 sekund lagt afturat klokkuni.
Les meira »Úrslit frá barnakappingini í Runavík
Sunnudagin 28. oktober, var barnatalvkapping fyri lið hildin í Skúlanum við Løkin í Runavík. Aftur hesaferð var fantastisk uppmøting, við heili 19 liðum. Hettar svarar til 76+ børn, umframt venjarar, foreldur og systkin sum áskoðarir. Stemningurin var góður, og børnini hugnaðu sær, bæði við í ímillum talvini.
Les meira »