Úrslit og myndir frá barnaliðkappingini í Havn

Leygardagin 22. oktober varð barnatalvkapping fyri lið telvað í Finsen í Havn. 6 lið vóru tilmeldaði, 3 í hvørjum aldursbólki, og valdu vit tí at leggja bólkarnar saman. Soleiðis sluppu øll at telva 5 umfør, øll ímóti øllum. Vinnararnir í kappingini gjørdust hesir:

Les meira »

Talvkapping á netinum

Leygarkvøldið 15. Oktober kl. 19 verður talvkapping á netinum. Øll eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd.

Les meira »

Luitjen tapti finaluna

16 ára gamli føroyski telvarin, Luitjen Akselsson Apol, fekk frálíkt úrslit í EM-einstaklingakappingini fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa suðuri í Liktinstein.   Endaliga úrslitið var, at hann gjørdist nummar trý av tíggju telvarum. Hann var styrkismettur sum nummar seks. Fyri seinasta umfar í gjár stóð á jøvnum millum Luitjen og favorittin, 19 ára gamla Henderson de la Fuente Lance, úr Andorra.  Men finaludystin teirra millum vann spanski stórmeistarin, sum umboðar Andorra.

Les meira »

Luitjen í stórum stíli

16 ára gamli føroyski telvarin Luitjen Akselsson Apol er á veg móti eini sensasjón í kappingini um EM-heitið fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa. Telvað verður í Liktinstein.   Fyri níggjunda og seinasta umfar í morgin stendur á jøvnum millum Luitjen og spanska stórmeistaran  Henderson de la Fuente Lance, sum umboðar Andorra. Teir hava átta stig hvør, og møtast í morgin í avgerandi innanhýsis talvi um hvør av teimum vinnur kappingina.

Les meira »

Innbjóðing til liðkappingina 2022/2023

Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2022/2023. Hesi feløg hava lið í: deild: Havnin 1, Sandavágur 1, Klaksvík 1, Havnin 2,  Klaksvík 2 og Kollafjørður 1 (flutt upp úr 2. deild). deild: Vestmanna 1 (flutt niður úr 1. deild), Klaksvík 3, Sandavágur 2, Havnin 3, Kollafjørður 2, Havnin 4 (flutt upp úr 3. deild). deild: Rókur 1 (flutt niður úr 2. deild), Toftir 1, Kongshavn 1, Sandavágur 3, Kollafjørur 3 og Sandavágur 4 (flutt upp úr 4. deild). Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 4. deild og unglingum. Unglingar koma at telva mikukvøld. Treytin fyri at telva í Unglingum er, at ratingtalið ikki er hægri enn 1.200, tá kappingin byrjar.

Les meira »