FM UNG

Finalan flutt FM FINALAN 2010 í liðkappingini fyri skúlaungdóm, verður telvað í Kollafjarðar skúla, ….dagin X. juni, kl. 14.00. Kappingin er skipað í tveimum aldursbólkum: 4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri, har fýra telvarar manna liðini, umframt evt. í mesta lagi 2 skiftisleikarar. Innleiðandi kappingar hava verið í Klaksvík og Kollafirði.  Við støði í innleiðandi úrslitunum, eru liðini, sum telvað um FM-heitið hesi (stigatal): 4. flokkur og yngri: Havnin (42), Kollafjørður (38½), Klaksvík (33½).  5. flokkur og eldri: Havnin (36½), Sandavágur (32½), Klaksvík (31). Heiðursmerki verða latin liðunum í hvørjum aldursbólki, umframt ognarsteyp til vinnandi FM liðini. Í opnu kappingini telva hesi liðini: 4. flokkur og yngri: Sandavágur (19), Viðareiði (14½), Havnin2 (11), Kollafjørður3 (7½), Kollafjørður2 (6) 5. flokkur og eldri: Kollafjørður1 (21½), Kollafjørður2 (14), Kollafjørður3 (10), Kollafjørður4 (½) Í opnu bólkunum verða heiðursmerki latin trimum teim bestu liðunum í hvørjum aldursbólki. Lið, sum ikki vinna heiðursmerki, verða somuleiðis heiðraði …

Les meira »

Fráboðan

tsf logo

Steypakapping/Talvgalla 2010, sum ásett var at verða 22. mai við Gjógv, er fyribils útsett. Sama er galdandi fyri Grand Prix finaluna. Nærri kunning kemur seinni. FM finalan í liðkappingini fyri ung verður telvað 30. mai í Kollafirði. Vegna nevndina Jógvan Joensen, forseti

Les meira »

Havnin endurtók tvífelt GULL

 

Seinna innleiðandi FM-liðkappingin í talvi fyri skúlaungdóm varð telvað Dýra biðidag í Kollafjarðar skúla. Unglingar úr Havnini endurtóku sigurin frá fyrru kappingini í Klaksvík. Gullið kom til høldar í báðum aldursbólkum.

Les meira »

HM: Ein søgulig orrusta higartil !

Talvheimurin er vitni til eitt heilt einastandandi HM í talvi 2010, nú 4 av teim 12 umførunum eru telvd.

Neyvan er tað hent áður, at so harðiliga verður gingið eftir sigrinum í hvørjum tí einasta talvinum. Eftir 4 umfør, er bert ta eina talvið endað við janvleiki.

Les meira »

Havnin stinnast í báðum bólkum

Skúlaungdómar úr Havnini løgdu bragdliga fyri, tá fyrra innleiðandi FM-liðkappingin 2010 varð telvað í Klaksvík sunnudagin. Talan gjørdist um GULL í bæði yngra og eldra bólkinum.

Les meira »

Anand – Topalov: HM byrjar seinnapartin

HM í talvi 2010 fer av bakkastokki í Sofia, Bulgaria, í dag kl. 15.00. Verandi heimsmeistarin, Viswanathan Anand, úr India, setur stevnu á heimavølli hjá avbjóðaranum, Veselin Topalov, úr Bulgaria.

Les meira »