Runavík Open 2017

Aftur í ár verður altjóða kappingin, Runavík Open, hildin í Runavík. Telvað verður frá 20. november til 26. november. Fleiri upplýsingar, tilmelding o.a. er at finna á síðuni http://runavikopen.com

Les meira »

John Rødgaard: Ferðafrásøgn frá EM fyri seniorar

EM for seniorer i Sabadell. I perioden 11.-21. august deltog jeg i denne turnering i en nordlig forstad til Barcelona. Arrangørerne anbefalede et hotel, Urpi, som lå 5 minutters gang fra spillestedet. Det var faktisk helt OK til prisen. Selv om det var noget trættende i ti dage at skulle vælge mellem fisk eller det helt tørstegte svinekød…. De havde dog en god kaffemaskine til morgenmaden og masser af juice. Det reddede dagen. J Jeg spillede i gruppen, hvor deltagerne skulle være mindst 50 år gamle. Jeg var seedet som nummer 13, og der var kun seks præmier, så mit primære formål var at få noget træning. Jeg havde forberedt mig godt hjemmefra, og jeg skulle nu have lidt erfaring med nogle nye åbninger. Endvidere havde jeg lagt et skema, der skulle testes. Det var meget seriøst. Inkluderende at jeg skulle ligge ned 11 timer hvert døgn. Dette virker nok …

Les meira »

Føroyar til talv-EM

Tað verður sterkasta lið, sum mannast kann, ið fer at umboða Føroyar í EM-kappingini fyri landslið í talvi í heyst. Talvsamband Føroya hevur nú fingið tilsøgn frá teimum fremstu fimm á føroyska styrkilistanum til kappingina. Føroyska landsliðið stillar upp í hesari røð: GM Helgi Dam Ziska 2545 FM Høgni Egilstoft Nielsen 2352 FM Rógvi Egilstoft Nielsen 2338 IM John Rødgård 2328 IM John Arni Nilssen 2326

Les meira »

Helgi tapti

Í øðrum talvinum í fyrsta umfari í stóru World Cup kappingini í Georgia í dag var føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska við undirlutan móti aserbadsjanska superstórmeistaranum Teimour Radjabov. Fyrra talvið teirra millum í gjár endaði javnt. Radjabov vinnur tí 1½-½ á føroyska mótstøðumanninum, og heldur fram í kappingini. Helgi er útsligin. Tað stóð á jøvnum, tá 20 leikir vórðu spældir í dag. Í 21. leiki var Helgi óneyvur, og eftir tað var eingin náði. Radjabov fekk við einari snildari fintu avgerandi álop, og Helgi legði kongin, tá 32 leikir vóru fluttir.

Les meira »

Helgi aftur í eldin

Nú á middegi verður farið undir seinna talvið í fyrsta umfari í stóru World Cup talvstevnuni í Tbilisi í Georgia. Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska telvaði í gjár óvæntað javnt móti aserbadsjanska superstórmeistaranum Teimour Radjabov, sum er nummar 22 í heiminum. Í seinna sínamillum talvinum teirra millum í dag hevur Helgi hvíta fólkið. Vinnarin fer víðari í kappingini, taparin er úti. Skuldi tað aftur staðið á jøvnum í dag, er kviktalv á skránni í morgin.

Les meira »

Helgi til World Cup

Føroyar eru á fyrsta sinni umboðaðar í stóru World Cup talvstevnuni. Kappingin byrjar í Tbilisi í Georgia 3. september. Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska skal royna seg móti superstórmeistaranum Teimour Radjabov úr Aserbadsjan. Hann er í løtuni nummar 22 í heiminum og hevur styrkitalið 2742. Helgi og Radjabov hava einaferð verið í víggi fyrr. Tað var á talvolympiaduni í Istanbul í 2012. Tað var eitt rimmar talv, sum Radjabov vann.

Les meira »

Helgi ársins norðurlendski telvari

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska er sjálvurannar kosin ársins telvari í norðurlondum í 2017. Hin er norski heimsmeistarin Magnus Carlsen. Teir eru tilnevndir fyri avrikini í 2015 og 2016. 

Les meira »