Úttøka av føroyskum umboðum í altjóða kappingum

Reglur fyri úttøku av føroyskum umboðum í altjóða kappingum §1 Virkisøki Nevndin í Talvsambandi Føroya tekur út teir telvarar, ið skulu manna føroyska landsliðið og telvarar, ið skulu umboða Føroyar í altjóða einstaklingakappingum. Nevndin kann geva aðrari nevnd ella venjara hesa heimild til ávísar úttøkur. §2 Føroyingar Allir føroyingar hava rætt at umboða Føroyar. §3 Úttøkutreytir Føroyameistarin fyri einstaklingar er sjálvskrivaður í altjóða liðkappingum. Møguligt er hjá úttøkunevndini at geva eitt (1) ”wildcard”; t.v.s. úttøka sum ikki er tengd at úttøkureglunum. Dentur skal leggjast á ratingtal og at telvarin hevur verið virkin í føroyskari telving serliga seinasta árið. T.v.s. at telvarin skal minst hava telvað 10 ratað kappingartalv. Altjóða ratingtal verður bert tikið við í metingina, um tað eru telvað fleiri enn 10 ratað altjóða kappingartalv. Metast skal eisini, um telvari hevur havt stóra framgongd seinasta árið. §4 Liðuppseting Nevndin í Talvsambandi Føroya, onnur nevnd, ella venjari ger av á …

Les meira »

VT Open 2011 – Kappingarfrágreiðing

VT Open

VT Open var telva í vikuskiftinum og sigast má at karmarnir vóru teir bestu. Telva var í tí nýístandsettu politistøðini, við útsýnið yvir vágna og út á Vágoynna, og hetta gav uttan iva inspiratión til góða kapping.

Les meira »

Helgi D. Ziska í EM

EM verður hesum døgum (22.mars 2011 – 3. apríl 2011 ) telvað í Fraklandi. Okkara egni Helgi D. Ziska luttekur í sterku kappingini, og er styrkismettur sum nr. 199, skal í 1. umfari við svørtum møta tí sterkasta telvaranum í kappingini, nevnliga Peter Svidler (2730) úr Russlandi. Byrjað verður kl. 14.00 í dag. Fylgjast kann við LIVE, meðan telvað verður.  Sí lenkjur á vinstra bredda.  

Les meira »

GP ST-Kvik 2011

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági, leygardagin 26. mars. Telvað verður í talvhølunum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2010/11.

Kappingin byrjar leygardagin 26. mars, kl. 12.00. Telvað verða 7 umfør.

Les meira »

Rilton Cup 2010/2011 (2.partur)

rogvi

Eftir nøkur long og strævin talv, vóru vit komnir til 9’inda og seinast umfar í Rilton-Cup 2010/2011. Tað hevði gingið hampiligt, eg hevði 3½ stig av 8, so um eg skuldi koma uppá 50 %, mátti eg vinna tað seinasta talvið.

   Sjúka hevði plágað  meg tveir teir seinastu dagarnar, so eg var glaður, at mótstøðumaðurin vildi taka javnt í 8. umfari eftir bert 14 leikum. Til 9. umfar var eg enn ikki vorðin heilt frískur, men tað royndi eg ikki at fokusera uppá. Ætlanin var at flyta skjótt, so eg ikki skuldi blíva móður og verri fyri, men mongum brestur ætlan.

Les meira »

Nýggjur filmur um Bobby Fischer

Lív og lagna Bobby Fischer hevur inspirerað nógvar kendar rithøvundar og filmsleikstjórar. Nú er nýggjur spælifilmur á veg,  har Tobey McGuire skal spæla leiklutin sum Fischer.

Les meira »

Innbjóðing til VT-Open – broyttar tíðir

Innbjóðing til VT-Open 1. - 3. apríl (broyttar tíðir leygar- og sunnudag)

Nú er seinasti møguleiki at rætta uppá ratingtølini, avprøva duldar leikir og fáa síðstu dystarvenjingina áðrenn FM sum verður um páskini.

Hervið verður bjóðað til VT-Open í gomlu politistøðini á Bakkavegi 20  í Vestmanna í døgunum 1-3 apríl 2011.

Kappingin er partur av samlaðu grandprixkappingini.

Les meira »

Ratinglistarnir dagførdir

FIDE ratinglistin og tann føroyski ratinglistin eru nú dagførdir eftir liðkappingina og OPEN kappingarnar, ið hava verið, umframt ta donsku liðkappingina. Sí leinkjur á vinstra bredda, undir Liðkappingin 2010/11 og Annað.

Les meira »