Helgi gjørdi bart

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska gjørdi eitt ordans hál á talvolympiaduni í Georgia í dag. Honum eydnaðist at vinna á 1. borði í dystinum móti Brasil, sum er sterkasta lið, ið Føroyar hava møtt í kappingini.

Les meira »

Mótstøðan harðnar

Føroyar taptu 3-1 fyri Avstralia í fimta umfari á talvolympiaduni í Georgia í gjár. Sum væntandi var, gjørdist mótstøðan í meira lagi. Á fremstu trimum borðunum hjá Avstralia sótu stórmeistarar, á fjórða borði høvdu teir telvara við altjóða IM-heiti. Avstralia er styrkismett nummar 41, Føroyar nummar 76.

Les meira »

Vunnu á Malta

Føroyar vunnu við bit og slit á Malta í triðja umfari á talvolympiaduni í Georgia mikudagin. Úrslitið var 2½-1½. Carl Eli Samuelsen gjørdist føroyskur sigursharri í dystinum. Hann vann við svarta fólkinum á 4. borði. Hinir tríggir, Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Martin Poulsen, telvaðu allir javnt.

Les meira »

Tepur ósigur

Føroyar taptu í dag 2½-1½ fyri Bosnia-Herzegovina á talvolympiaduni í Batumi í Georgia. Bosnia-Herzegovina er styrkismett væl ovari enn Føroyar, og var tí favorittur at vinna dystin. Kortini kundi úrslitið lættliga verið eitt annað.

Les meira »

Føroyar taptu tepurt

Føroyar taptu tepurt 2½ – 1½ fyri Bosnia-Herzegovina í øðrum umfari á talvolympiaduni í Georgia dag. Martin Poulsen vann á fjórða borði, og Helgi Dam Ziska telvaði javnt á fyrsta borði. John Rødgaard og Olaf Berg taptu.

Les meira »

Móti Bosnia-Herzegovina

Føroyar telva móti Bosnia-Herzegovina í øðrum umfari á talvolympisku leikunum í Georgia týsdagin. Føroyska liðið vann 3½-½ á Sierra Leone í fyrsta umfari. John Rødgaard, Olaf Berg og Martin Poulsen vunnu, og Carl Eli Samuelsen telvaði javnt.

Les meira »

Talvolympiadan byrjar í dag

Á middegi verða fyrstu leikirnir fluttir á 43. talvolympiaduni. Telvað verður í Batumi í Georgia. Ikki færri enn 185 lið eru í almennu kappingini. Føroyar eru styrkismettar nummar 76. Føroyar telva í fyrsta umfari í dag móti Sierra Leone. Afrikanska liðið er styrkismett nummar 169, so her átti ein greiður føroyskur sigur verið væntandi. Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska er ikki við í dag. Hinir fýra á føroyska liðnum telva tí dystin móti Sierra Leone – John Rødgaard, Olaf Berg, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen.

Les meira »

Nýggj nevnd í Talvsambandi Føroya

Á aðalfundinum í Klaksvík 21.09 stillaðu 7 upp til nevndina.  Sitandi nevnd tók við afturvali, meðan tvey nýggj upskot vóru afturat.  Nývald í nevndina gjørdist Katrin Didriksen Apol. Hinir nevndarlimirnir vórðu afturvaldir, og eftir fundin skipaði nevndin seg soleiðis:

Les meira »