Tveir á odda

Eftir fimta umfar í kappingini um besta telvaran úr smátjóðum í Evropa eru nú tveir, sum kappast um sigurin. Teir eru Helgi Dam Ziska úr Føroyum og sviin Michael Wiedenkeller úr Luksemburg.   Wiedenkeller vann í gjár lyklatalvið móti stórmeistaranum Igor Efimov úr Monako. Helgi vann á Ezio Righi úr San Marino.   Luitjen Akselsson Apol telvaði annan dagin á rað javnt – hesaferð móti Brezmes úr Andorra.

Les meira »

Remis í toppdysti

Støðan er óbroytt í oddanum í kappingini um meistaraheitið í einstaklingatelving fyri smátjóðir í Evropa. Allir tríggir oddamenninir telvaðu javnt í fjórða umfari í dag.

Les meira »

Favorittarnir stinga av

Helgi Dam Ziska hevur higartil vunnið øll trý talvini í kappingini millum bestu telvarar úr smátjóðum í Evropa, men tað sama hava hinir báðir favorittarnir, Michael Wiedenkeller úr Luksemburg og Igor Efimov úr Monako.

Les meira »

Helgi góða byrjan

Helgi Dam Ziska hevur fingið góða byrjan í kappingini millum telvarar úr smátjóðum í Evropa.  Føroyski stórmeistarin hevur vunnið bæði talvini higartil, og er á odda saman við trimum øðrum, nú tvey umfør eru farin.

Les meira »

Smálandakapping í fjarstøðu

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska kann skora eitt flott hattrikk komandi vikuna.    Tá verður fjórða kappingin um meistaraheitið í einstaklingstelving fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa. Helgi hevur vunnið kappingina seinastu tvær ferðirnar – í 2016 og 2018. Hann var ikki við í fyrstu kappingini í 2014.   Kappingin varð útsett vegna korona í fjør, men nú verður so telvað – hesaferð í fjarstøðu. Telvararnir sita í hvør sínum landi og telva sínamillum á netinum. Strangt eftirlit og vaktarhald er, so at alt fer fram eftir reglunum. Dómarar eru í rúmi saman við hvørjum telvara. Vakmyndatól eru eisini uppsett. Ein høvuðsdómari situr so í øðrum landi. Dómarar í Føroyum verða Hans Hjalti Skaale, altjóða talvdómari, og Finnbjørn Vang. Í Føroyum sita telvararnir uppi á Hotel Føroyum – hvør í sínum rúmi.

Les meira »

Kongshavnar Talvfelag

Ársaðalfundur var hildin í Runavíkar Talvfelag fríggjakvøldið hin 26. mars kl. 19:00. Fundurin var hildin í gamla skúlanum á Glyvrum, sum nú er felagshús hjá talvfelagnum.

Les meira »

Høgni endurvann FM-heitið

Tað var drama fyri allar pengarnar, tá ið 23 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag í gjár páskaaftan vann umdystin um FM-heitið í talvi móti 36 ára gamla Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag.

Les meira »