ST-Kvik 2018

Í vikuskiftinum verður hol sett á Grandprix kappingina og í hesum sambandi bjóðar Sandavágs Talvfelag til kvik kapping. GP2 verður á skúlanum á Giljanesi leygardagin 10. November kl. 11

Les meira »

Úttøkukapping til NM fyri børn og ung

Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður leygardagin 24. nov kl. 13.00 í Gula skúla í Havn. Tað er á Landavegi 30, beint við gamla bryggjaríið hjá Restorff. Kappast verður í fimm aldursbólkum, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við. Tvey tey fremstu í hvørjum bólki vinna sær rættin at umboða Føroyar í NM, sum verður í Íslandi í februar 2019.

Les meira »

Kappingarskráir fyri 1. og 2. deild

Skráirnar fyri 1. og 2. deild, har fyrsta umfar verður nú sunnudagin, eru nú klárar. Enn er ikki avgjørt, hvussu nógv lið verða í 3. deild, og tískil er hendan skráin ikki klár enn, men verður tað ein av fyrstu døgunum. Fyrsta umfar í 3. deild verður 4. novembur.

Les meira »

Javnleikur í síðsta dysti

Føroyar telvaðu javnt 2-2 móti Trinidad & Tobago í síðsta umfari á talvolympaiduni í Georgia í dag. Martin Poulsen vann, John Rødgaard og Olaf telvaðu javnt, og Helgi Dam Ziska tapti. Helgi var ósigraður fyri dystin í dag, so tað mundi koma honum ógvuliga dátt við, at hann tapti við hvíta fólkinum fyri mótstøðumanni við 300 ratingstigum færri. At síggja til forroknaði hann seg í einfaldari støðu. Javnleikurin ber í sær, at Føroyar enda nummar 103 í røðini av teimum 185 liðunum í kappingini. Vit vóru styrkismettir nummar 76. Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá føroyska liðnum hesaferð. Allir uttan Martin Poulsen ganga aftur í rating.

Les meira »