Tvíumfarið leygardagin 19.01.2019 verður telvað í Skúlatrøð (Ósáskúlin) í Klaksvík. Byrjað verður kl. 10.00. Seinna umfar byrjar kl. 16.00.
Les meira »Innbjóðing til ST-Open
Sandavágs Talvfelag bjóðar til GP 4, ST Open, vikuskiftið 11-13. Januar 2019
Les meira »Nýggjur føroyameistari í snartalvi
Rógvi Egilstoft Nielsen – føroyameistari í snartalvi 2018 Nýggjur føroyameistari í snartalvi er kosin. Í árligu FM fyri einstaklingar í Havn í gjár vann Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag í harðari kapping við Olaf Berg úr Havnar Telvingarfelag. Snarmeistarin mongu undanfarnu árini, Helgi Dam Ziska, var ikki við.
Les meira »Frambrot fyri føroyska telving
Føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, verður talvráðgevi í føroyska skúlaverkinum frá 1. januar 2019 at rokna.
Les meira »FM í snartalv – leygardagin 29/12
Føroyameistaraheitið í snartalv verður leygardagin 29. desembur kl 14.00 í Gula Skúla, Landavegur 30, Tórshavn. Kappingin verður skipað við 9 dupult-umførum og umhugsunnartíðin 3 min + 2 sek /leik.
Les meira »Eyka aðalfundur – leygardagin 29/12
Eyka aðalfundurin verður hildin leygardagin 29. desembur kl. 11.00 í Gula skúla, Landavegur 30, Tórshavn Skrá: Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar Innkomin uppskot (HT) Ymiskt
Les meira »Rógvi og Høgni í Kroatia
Í hesum døgum, 15/12 til 22/12, luttaka brøðurnir Rógvi (2339) og Høgni Egilstoft Nielsen (2400) í stóru altjóða talvkappingini Zadar Open í Kroatia.
Les meira »Nýggjur styrkilisti
Altjóða talvsamgongan FIDE hevur kunngjørt styrkilistan fyri desember 2018. Tað mest áhugaverda fyri okkum er, at Helgi Dam Ziska stendur nú sum nummar 75 í heiminum í kviktalvi. Í kviktalvi hevur telvari vanliga hálvan tíma ella 25 minuttir til talvið.
Les meira »Sandavágsmenn økja
Oddaliðið í landskappingini í talvi, Sandavágs Talvfelag, økti um leiðsluna við knúsandi 4-0 sigri á Klaksvíkar Talvfelag í triðja umfari sunnudagin.
Les meira »Liðið til NM fyri skúlaungdóm 2019 úttikið
Úttøkukapping til NM fyri børn og ung var í Gula skúla í Havn í gjár. Tilsamans 51 luttakarar vóru, og harav vóru heili 34 luttakarar í yngsta aldursbólki. Hetta er ein hin størsta úttøkukappingin fyri ung, ið TSF hevur fyriskipað, so útlit eru fyri eini bjartari framtíð fyri talvi í Føroyum. Eisini er hugaligt at síggja fleiri luttaka.
Les meira »