Eftir fimta umfar í kappingini um besta telvaran úr smátjóðum í Evropa eru nú tveir, sum kappast um sigurin. Teir eru Helgi Dam Ziska úr Føroyum og sviin Michael Wiedenkeller úr Luksemburg. Wiedenkeller vann í gjár lyklatalvið móti stórmeistaranum Igor Efimov úr Monako. Helgi vann á Ezio Righi úr San Marino. Luitjen Akselsson Apol telvaði annan dagin á rað javnt – hesaferð móti Brezmes úr Andorra.
Les meira »Remis í toppdysti
Støðan er óbroytt í oddanum í kappingini um meistaraheitið í einstaklingatelving fyri smátjóðir í Evropa. Allir tríggir oddamenninir telvaðu javnt í fjórða umfari í dag.
Les meira »Favorittarnir stinga av
Helgi Dam Ziska hevur higartil vunnið øll trý talvini í kappingini millum bestu telvarar úr smátjóðum í Evropa, men tað sama hava hinir báðir favorittarnir, Michael Wiedenkeller úr Luksemburg og Igor Efimov úr Monako.
Les meira »Helgi góða byrjan
Helgi Dam Ziska hevur fingið góða byrjan í kappingini millum telvarar úr smátjóðum í Evropa. Føroyski stórmeistarin hevur vunnið bæði talvini higartil, og er á odda saman við trimum øðrum, nú tvey umfør eru farin.
Les meira »Smálandakapping í fjarstøðu
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska kann skora eitt flott hattrikk komandi vikuna. Tá verður fjórða kappingin um meistaraheitið í einstaklingstelving fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa. Helgi hevur vunnið kappingina seinastu tvær ferðirnar – í 2016 og 2018. Hann var ikki við í fyrstu kappingini í 2014. Kappingin varð útsett vegna korona í fjør, men nú verður so telvað – hesaferð í fjarstøðu. Telvararnir sita í hvør sínum landi og telva sínamillum á netinum. Strangt eftirlit og vaktarhald er, so at alt fer fram eftir reglunum. Dómarar eru í rúmi saman við hvørjum telvara. Vakmyndatól eru eisini uppsett. Ein høvuðsdómari situr so í øðrum landi. Dómarar í Føroyum verða Hans Hjalti Skaale, altjóða talvdómari, og Finnbjørn Vang. Í Føroyum sita telvararnir uppi á Hotel Føroyum – hvør í sínum rúmi.
Les meira »Kongshavnar Talvfelag
Ársaðalfundur var hildin í Runavíkar Talvfelag fríggjakvøldið hin 26. mars kl. 19:00. Fundurin var hildin í gamla skúlanum á Glyvrum, sum nú er felagshús hjá talvfelagnum.
Les meira »Høgni endurvann FM-heitið
Tað var drama fyri allar pengarnar, tá ið 23 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag í gjár páskaaftan vann umdystin um FM-heitið í talvi móti 36 ára gamla Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag.
Les meira »FM 2021 – fleiri myndir
Myndir frá FM 2021.
Les meira »FM 2021: Endaligu støðurnar í øllum bólkunum
Her eru endaligu støðurnar í øllum bólkunum.
Les meira »Høgni Egilstoft Nielsen føroyameistari, Brestir Samuelsen unglingaføroyameistari
Høgni Egilstoft Nielsen endurvann føroyameistaraheitið í talvi í dag, eftir umdyst móti Martini Poulsen. Úrsliti gjørdist 2½ – 1½ til Høgna. Brestir Samuelsen gjørdist unglingaføroyameistari eftir umdyst móti Róki Davidsen. Brestir vann samanlagt 3-2. Meira kemur seinni.
Les meira »