Helgi vann

Høvdingar hittast! Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft Nielsen í avgerandi toppdysti í dag. Stórmeistarin og føroyameistarin Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag vann í dag toppdystin móti Rógva Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag, og tók eitt týðandi stig í strembanini at endurvinna FM-heitið fyri einstaklingar.

Les meira »

Helgi og Rógvi á odda

Kappingin um føroyameistaraheitið í talvi stendur millum Helga Dam Ziska og Rógva Egilstoft Nielsen. Teir eru javnir í oddanum í Landsliðsbólkinum – eitt stig undan teimum næstu í røðini. Báðir vunnu í dag. Helgi syfti Rana Nolsøe sum ein vøtt, og Rógvi vann eisini ógvuliga sannførandi á Ólavi Simonsen, sum ikki fótaði sær eftir minni gott byrjanarspæl við hvíta fólkinum. Rógvi dugdi væl at vinna sær initivativið og hava mótstøðumannin undir støðugum trýsti eftir einari av høvuðslinjunum.

Les meira »

Spenningur um FM

Rógvi Egilstoft Nielsen bjóðar nú stórmeistaranum Helga Dam Ziska av í FM-orrustuni í talvi. Annan dagin á rað mátti stórfavoritturin sættast við remis. Í gjár fekk Sjúrður Thorsteinsson remis móti Helga, og í dag eydnaðist Hans Kristiani Simonsen – sum hevur 400 ratingstig færri enn Helgi – eisini at fáa javnt. 

Les meira »

Nógv remis

Støðan broyttist einki í oddanum í Landsliðsbólkinum eftir triðja umfar í FM-kappingini í talvi í dag. Á trimum av fýra borðum endaði tað javnt.

Les meira »

Helgi á odda

Eftir tvey umfør er Helgi Dam Ziska einsamallur á odda í meistaraflokkinum í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar. Stórmeistarin hevur sum tann einasti vunnið bæði talvini higartil. Helgi hevur verið ógvuliga sannførandi við svarta fólkinum í báðum fyrstu umførunum. Leygardagin vann hann á Ólavi Simonsen, og sunnudagin á Rógva Mortensen. Í øðrum umfari offraði hann óvæntað finnu frúgvarmegin í einari Samisch-líkari støðu í kongaindiskum, men fekk sera gott spæl og vann í stórum stíli.

Les meira »

Favorittarnir vunnu

Telvararnir við hægsta styrkitalinum í Landsliðsbólkinum, Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft Nielsen, vunnu báðir í fyrsta umfari í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar í gjár. Helgi vann á Ólavi Simonsen og Rógvi á Hans Kristiani Simonsen. Á hinum borðunum var remis. Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson telvaðu javnt sínamillum, og sama gjørdu Rani Nolsøe og Rógvi Mortensen.

Les meira »

Helgi stórfavorittur

Í dag klokkan 14.00 verða fyrstu leikirnir fluttir í árligu FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar. Telvað verður í Finsen í Havn – í stásiligu, nýumvældu fyrrverandi kommunuskúlaauluni. Fyrrverandi føroyameistari og formaður í Talvsambandi Føroya – og skúlastjóri í Tórshavnar Kommunuskúla – Hanus Joensen flytur fyrsta leikin í kappingini. Dómari í kappingini er Arild Rimestad, sum er altjóða viðurkendur talvdómari, og virkar sum dómari í kappingum í Danmark og í útlondum. Arild er uppvaksin í Havnar Telvingarfelag, men hevur búð í Danmark í fleiri ár. Í alt 45 telvarar eru við í kappingini. Átta kappast um FM-heitið í Landsliðsbólkinum, átta eru í 1. bólki, fimtan í almenna bólkinum og fjúrtan í unglingabólkinum. Opið og ókeypis er hjá almenninginum at støkka inn á gólvið í Finsen at síggja, hvussu leikur fer. Mesti spenningurin er sum vera man um kappingina í Landsliðsbólkinum.  FM-bólkurin er sterkur í ár. Treyðugt so, hann kundi verið uppaftur …

Les meira »

Sterkur FM-flokkur

Leygardagin byrjar árliga føroyameistarakappingin í talvi fyri einstaklingar. Telvað verður í Finsen – gomlu kommunuskúlaauluni í Havn. Umførini eru sjey í alt. Lagt verður fyri leygardagin 24. mars, og kappingin endar Langa fríggjadag 30. mars. 

Les meira »

Havnar Telvingarfelag vann

Landskappingin í talvi endaði um vikuskiftið. Allir dystirnir í seinasta umfari vórðu telvaðir á Finsen í Havn leygardagin. Í 1. deild endurvann Havnar Telvingarfelag meistaraheitið. Avgerandi dysturin millum oddaliðini Havnina og Sandavág endaði javnur 2-2. Javnleikurin tryggjaði havnarmonnum FM-heitið. Hjá vágamonnum kravdist ein 3-1 sigur, skuldu teir ogna sær meistaraheitið.

Les meira »

Havnin ella Sandavágur

Í morgin leygardagin fellur avgerðin í landskappingini í talvi 2018. Allir dystirnir í seinasta umfari vera á Finsen í Havn – í nýumbygdu gomlu kommunuskúlaauluni. Fyrstu leikirnir verða fluttir longu klokkan tíggju fyrrapartin.

Les meira »