Innbjóðing til GP1, snartalv kl. 11.00

startmynd09

Tær vælumtóktu Grand Prix kappingarnar – sum eru 10 í tali – byrja nú aftur, og lagt verður til brots við einari snartalvskapping. Telvað verður í hølum Havnar Telvingarfelags leygardagin 22. oktober kl. 11.00. Kostnaður 100 kr. Tilmelding á snarbjorn@hotmail.com ella smsa 22 14 22, í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 18.00. Talvsamband Føroya    

Les meira »

Talvkalendarin 2011/12

Niðanfyri sæst talvkalendarin fyri talvárið 2011/12.

Viðmerkingar kunnu gerast inntil 21. oktober, tá kalendarin endaliga verður fastlagdur.

Les meira »

Føroyski ratinglistin, 09.10.2011

Ratinglistin 09.10.2011 Nr. Navn Felag Rating Munur 1 IM Helgi D. Ziska HT 2443 1 2 IM John Arni Nilssen KTF 2394 3 IM John Rødgaard VT 2332 -7 4 Jóan Hendrik Andreasen HT 2296 5 Olaf Berg ST 2266 6 FM Flóvin þór Næs HT 2262 11 7 FM Carl Eli N. Samuelsen ST 2231 12 8 Ólavur Simonsen KTF 2230 13 9 Martin Poulsen HT 2221 10 Rógvi W. Rasmussen TFS 2217 11 Eyðun Nolsøe KTF 2162 -31 12 Sjúrður Thorsteinsson VT 2161 11 13 Heini Danielsen SF 2160 14 Bogi Ziska HT 2150 15 Hans Kristian Simonsen HT 2131 21 16 Jens Christian Hansen TT 2121 17 Torbjørn Thomsen Skopun 2110 -26 18 Rógvi E. Nielsen ST 2104 3 19 Steintór Rasmussen KTF 2068 20 Finnbjørn Zachariassen Rókur 2064 21 Wille Olsen KTF 2060 22 Torkil Nielsen ST 2051 23 Terji Petersen KTF 2034 24 Herluf Hansen …

Les meira »

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, hittir Kirsan Ilyumzhinov, forseta í FIDE

Kirsan Ilyumzhinov og Helena Dam á Neystabø

 

Kirsan Ilyumzhinov og Helena Dam á NeystabøTalvsamband Føroya hevur skipað fyri altjóða talvkapping í døgunum 15. - 21. august 2011. Telvað var bæði í Nesvík og í Klaksvík. Í samband við kappingina fingu Føroyar vitjan av FIDE-forsetanum Kirsan Ilyumzhinov, sum eisini luttók á endahátíðini eftir kappingina. FIDE er altjóða talvsambandið, og eru Føroyar sjálvstøðugir limir í FIDE, eins og vit eru limir í FIFA altjóða fótbóltssambandinum. Enn hevur tað ikki eydnast okkum at fáa sjálvstøðugan limaskap í øðrum altjóða ítróttasambondum umframt hesum. So tað er umráðandi at røkja hesi sambond so væl sum møguligt. 

Faroebase

Your browser does not support inline frames or is currently configured not to display inline frames.

Les meira »

Telving

Umfar 8 byrjar kl. 13.00 20 august. Eitt heilsan úr Svøríki: http://larsgrahn.blogspot.com/   Telvað verður í Ósáskúlanum í Klaksvík

Les meira »

Smátíðindi

      Robert Lagerman hevur skrivað ein lítlan stubba um 2nd Small Nations Team Championship á heimasíðuni hjá Íslendska Talvsambandinum. Hann kann lesast her: http://www.skak.blog.is/blog/skak/entry/1185249/   Luxembourg er framvegis fremst í kappingini við 15 stigum, í gjár fingu teir 7½ stig av 8 møguligum ! Føroyar eru  á øðrum plássi við 13 stigum, eftir sigrar á ávikavist Liechtenstein (3-1) og Malta (3-1). Monaco er á triðja plássi við 12½ stigum.   5. umfar verður telvað kl. 16.00 á Hotel Norð, Viðareiði.

Les meira »