NM – Jón gjørdi bart
Jón í Horni Nielsen úr Sandavágs Talvfelag stóð seg best av føroysku telvarunum í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar í gjár. Honum eydnaðist at vinna bæði talvini, og er nú á øðrum plássi plássi í bólki B – bólkinum fyri teir næstelstu (17-18 ár). Ungi vágamaðurin, ið sjálvur hevur styrkitalið 1722, vann fyrst á sterka dananum Casper Liu, sum við styrkitalinum 2177 er tann sterkasti í bólkinum. Og í tí seinna umfarinum í gjár vann Jón aftur – hesaferð á Victor Muntean úr Svøríki (1900).
Les meira »NM – myndir frá 4. umfari
NM – myndir frá 3. umfari
NM – Luitjen og Elias góða byrjan
Tað er í bólki C millum teir 15-16 ára gomlu, at føroysku telvararnir hava fingið bestu byrjanina í kappingini um norðurlandameistaraheitið í ungdómstelving, sum er í Føroyum hetta vikuskiftið. Luitjen Akselsson Apol og Elias Petersen hava báðir hálvtannað stig eftir fyrstu tvey umførini í dag. Báðir vunnu í fyrsta umfari, og í øðrum umfari telvaðu teir remis sínamillum.
Les meira »NM – myndir frá 2. umfari
NM – myndir frá 1. umfari
Beinleiðis frá NM
Talvini kunnu síggjast beinleiðis á hesu síðuni: https://nm2021.faroechess.com/live-games/ Fleiri upplýsingar viðv. kappingini síggjast her: https://nm2021.faroechess.com/
Les meira »NM í ungdómstelving í Føroyum
Í morgin fríggjadagin 9. september byrjar árliga unglingakappingin um norðurlandameistaraheitið fyri einstaklingar í talvi. Talvsamband Føroya er í ár vertur fyri kappingini, sum verður á Hotel Føroyum. Telvað verður alt vikuskiftið. Tvey umfør eru fríggjadagin, tvey leygardagin og tvey sunnudagin.
Les meira »Frásøgn frá Smuk-skak (Luitjen A. Apol)
Smuk-skak var ein vikuskiftiskapping, sum varð hildin í Skanderborg frá 20.–22. august. 80 luttakarar vóru við, og teir vóru deildir upp í 13 bólkar við 6 luttakarum í hvørjum bólki, uttan í veikasta bólkinum, har 8 luttakarar vóru. Eg var í bólkinum mester 3, sum var triðsterkasti bólkurin. Tað var ein ógvuliga javnur bólkur, har eg kanska var eitt sindur heppin at fáa fyrsta plássið við 3,5/5 stigum.
Les meira »