Føroysku umboðini koma heimaftur við í alt 16 stigum úr NM-kappingini í Finnlandi.
Les meira »NM 2018: Janus og Luitjen fingu bestu úrslitini
Í dag vórðu tvey tey seinastu umførini telvaði, og tað var sera nær við at Føroyar endaðu á heiðursmerkjaplássunum í tveimum av bólkunum.
Les meira »NM frásøgn: Dagur 2 (Foreldrini greiða frá)
Nú annar dagurin er farin afturum, hava føroysku telvararnir fingið 11½ stig tilsamans, sum er áleið á støði við árini frammanundan. Janus Skaale hevur tó skarað framúr, og liggur hann á einum deildum øðrum plássi. Hann var styrkismettur nr. 10 í B-bólkinum undan kappingini, men enn hevur hann ikki tapt. Í morgin fær hann tó truplan dyst móti Toivo Keinanen, sum liggur einsamallur á fremsta plássi í bólki B.
Les meira »NM frásøgn: Dagur 1
Nú fyrstu tvey umførini í NM-kappingini fyri skúlaungdóm eru avgreidd, kann ikki sigast annað enn, at føroysku telvararnir eru komnir væl frá byrjan. Í alt 5½ stig eru komin til høldar.
Les meira »Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 18. februar
Talvkapping fyri børn og ung verður í Sandavági sunnudagin 18. februar kl. 14. Telvað verður í Talvhúsinum (gamla Føroya Banka). Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina. Telvað verður í 5 aldursbólkum: • 2 flokkur og yngri • 3 og 4 flokk • 5 og 6 flokk • 7 og 8 flokk • 9 flokk og 10 flokk
Les meira »Finnbjørn Vang vinnari av Kjølur Open 2018
Um vikuskiftið varð árliga Kjølur Open kappingin telvað í Klaksvík. Við vóru 13 telvarar, og telvaði vóru 7 umfør, harav trý tey fyrstu vóru kviktalv.
Les meira »Úrslit – Kjølur Open
Úrslit og støður frá Kjølur Open síggjast her: http://chess-results.com/tnr330239.aspx?lan=7
Les meira »Kjølur Open 2018
Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2016 dagarnar 2.-4. feb. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2017/18. 7 umfør verða telvað, 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.
Les meira »GP 6 verður í Sandavági í vikuskiftinum
GG: Kapping verður sunnudagin, og ikki leygardagin, sum áður lýst í kalendaranum. Stað: Talvhølið í Sandavági Telvað verður soleiðis: Kappingin byrjar sunnudagin, 28. jan. kl. 15.30, telvað verða kvik-talv.
Les meira »Broyting í liðkappingini
Av tí at NM fyri ungdóm er framskundað eina viku, verður dupultumfarið, sum skuldi telvast 10.02.2018, flutt til 17.02.2018.
Les meira »