Sunnudagin 28. juni, frá kl. 15.30 til kl. 18, skipar European Small Nations Association (ESNA) fyri eini online liðkapping í snartalvi (5 min + 3 sek). Telvað verður ímóti hinum smálandatjóðunum, og allir føroyskir telvarar kunnu luttaka í kappingini.
Les meira »Tað er mangur leikur í longum talvi
Tað var spenningur og dramatikkur við lít, tá landskappingin í talvi endaði í gjár. Vanliga verður seinasta umfarið avgreitt sum stórt felagsumfar, men Korona-støðan bar í sær, at vent var aftur til vanligu mannagongdina, at heimaliðini skipaðu fyri sínum dystum. Mesti spenningurin var á Giljanesi, har oddaliðini í 1. deild brustu saman í rættari FM-finalu. Havnarmenn tóku øll á bóli við einum knúsandi stórsigri á meistaraliðnum í Vágum. 3½-½ sigurin bar í sær, at steypið endaði aftur í Havn.
Les meira »Havnar Telvingarfelag vann
Havnin vann í dag í stórum stíli FM-finaluna í landskappingini móti meistaraliðnum hjá Sandavágs Talvfelag. Havnarmenn høvdu knívin á barkanum fyri dystin í seinasta umfari á Giljanesi í dag, tí treytin var, at teir vunnu í minsta lagi 3-1, skuldu teir taka meistaraheitið frá vágamonnum. Úrslitið gjørdist 3½-½ til havnarmenn.
Les meira »FM finalan beinleiðis
Avgerandi FM dysturin millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingar felag kl. 14, kann síggjast á http://live.faroechess.com/lid2020/live.html ella http://live.faroechess.com/lid2020/tfd.htm
Les meira »Sandavágur ella Havnin
Í dag fellur avgerðin í landskappingini í talvi. Oddaliðini Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag møtast í rættari FM-finalu á Giljanesi. Føroyameistararnir úr Vágum eru hálvtannað stig fremri, og standa seg tí við javnleiki ella teprum ósigri. Havnarmenn skulu vinna dystin í minsta lagi 3-1 fyri at tryggja sær meistaraheitið. Talvsamband Føroya fer at varpa leikirnar á teimum fýra borðunum í FM-finaludystinum beinleiðis á netinum. Dysturin byrjar klokkan 14.00. og til ber at fylgja vil leik fyri leik á øllum fýra borðum. Leinkið sæst á heimasíðu Talvsambandsins, faroechess.com.
Les meira »FM-finala á fýra borðum
Bara eitt umfar restaði í í landskappingini í talvi, tá Korona setti allar føroyskar telvarar skák og mát um miðjan mars. Nú verða talvfólkini aftur flutt á teimum 64 puntunum. Tíggjunda og seinasta leikumfar í landskappingini 2020, sum skuldi vera 21. mars, verður í staðin nú leygardagin 23. mai. Og tá fæst umsíðir at vita, hvør verður føroyameistari.
Les meira »Endaumfarið verður 23. mai
Eftir at tilmælið um frástøðu bleiv broytt frá tveimum metrum niður í ein metur, verður nú mett ráðiligt, at síðsta umfar í liðkappingini kann verða telvað. Umfarið verður telvað 23. mai kl. 14:00.
Les meira »Kappingar á netinum í mai
Síðani Coronavirusið byrjaði at herja, hevur nógv telving verið á netinum. Talvsamband Føroya hevur skipað fyri kappingum á heimasíðuni chess.com. Nógvar kappingar verða eisini í mai mánaði. Øll eru vælkomin at luttaka.
Les meira »Samandráttir frá aðalfundunum
Aðalfundur Talvsambandsins varð hildin 30.09.2019 (við eyka-aðalfundi 11.03.2020)
Les meira »Grand Prix 2019/20
Grand Prix kappingin 2019/20 er av. Luttøkan í teimum 10 kappingunum hevur samanumtikið verið góð. Í miðal hava 30 luttakarar verið til hvørja kapping. Samanlagt hava heili 125 telvarar luttikið í teimum ymisku kappingunum, sum uttan iva er met.
Les meira »