Ferðafrásøgn HDZ

Fyri knøppum tveimum mánaðum síðani var eg eitt rend yviri í Ìslandi og telvaði fýra umfør í íslendsku liðkappingini fyri liðið Talvfelagið Reykjavík (TR). Íslendska liðkappingin verður hildin yvir tvey vikuskifti, eitt í oktober og eitt í mars; fyrra vikuskiftið verða telvað fýra talv og seinna vikuskiftið trý.

 

Les alla frásøgnina her

 

Les meira »

FM í Snartalv úrslit

24 telvarar tóku lut í árliga føroyameistaraskapinum í snartalvi, sum var hildin í hølum Havnar Telvingarfelags.

Kappingin varð skipað í dupultumfør: 18 talv yvir 9 umfør.Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen, sum frammanundan høvdu boðað frá luttøku, høvdu forfall, men var oddurin kortini rímiliga væl mannaður

Umframt verandi føroyameistara, Helga Dam Ziska, og comeback kid, Martin Poulsen, høvdu eisini vanligu snarhávarnir, John Rødgaard, Finnbjørn Vang og Nielsen-trioin úr Sandavági, lagt leiðina til Havnar at dystast.

Les meira »

FM Ung Finalan

 

Karmarnir vóru framúr góðir, tá ið finalan í FM-Ung einstaklingar varð telvað í vikuskiftinum.
Fyri fyrstu ferð var ein talvkapping hildin í Skúlin við Løgmannabreyt, men vónandi gerst tað ikki síðstu ferð.

Sum undanfarin ár, var finalan eisini úttøkukapping til Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri skúlaungdómar, sum í 2012 verður í Finnlandi. Kappast var í fimm bólkum - A til E - har nr. 1 og 2 verða úttiknir til NM.

 

Les meira »

Úrslit – GP 3 á Toftum

20 luttakarar vóru til kvik-kappingina á Toftum, sum samstundis er triðja kappingin av 10 í Grand Prix 2011.

Tað bleiv ein jøvn og spennandi kapping, har teir ovast styrkismettu telvararnir góvu hvørjum
øðrum ein skarpan gang, alt meðan aðrir telvarar stungu seg upp ímillum av og á.

FM Ung-einstaklingar Finalan

fm ung finala 09 231

"Talvsamband Føroya skipar aftur í vetur fyri Føroyameistarakapping fyri børn- og ung fyri einstaklingar í talvi. Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólkum, og er samstundis úttøkukapping til NM-kappingina 2012 - sum hesuferð verður telvað í Finnlandi 17 - 19 februar.

Les meira »

GP 3, Kvik-talv á Toftum+tilmeldingar

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping á Toftum, leygardagin 17. nov. Telvað verður í talvfelagnum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2012/13.

Kappingin byrjar leygardagin 17. nov, kl. 12.30. Telvað verða 7 umfør. Luttøka higartil: 21

Les meira »

FM ung

 

Onnur innleiðandi kappingin í FM Ung-einstaklingar varð telvað í vikuskiftinum.

Upprunaliga skuldi telvingin fara fram í Vestmanna, men av praktiskum orsøkum var kappingin flutt til Havnar.

14 ungdómar møttust við talvborðini og úrslitini síggjast niðanfyri. 

 

Í finaluni - sum verður telvað vikuskiftið 25. nov. - sleppa tveir teir ovastu telvararnir í hvørjum bólki við til NM.

Les meira »

FM Ung-einstaklingar í Vestmanna

fm ung finala 09 231

 

 

Er flutt til kl. 13.00 í Havnar Telvingarfelag !

 

Talvsamband Føroya skipar aftur í vetur fyri Føroyameistarakapping fyri børn- og ung fyri einstaklingar í talvi. Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólkum, og er samstundis úttøkukapping til NM-kappingina 2012 - sum hesuferð verður telvað í Finnland í februar mánað 2012.

Les meira »