Kjølur-Open verður telvað vikuskiftið 12.-14. februar 2020. Telvað verður í Spaniustovu. Øll eru vælkomin at lutttaka í kappingini.
Les meira »Nýggjur stórmeistari í Føroyum
Helgi Dam Ziska gjørdist í 2016 fyrsti stórmeistari í talvi í Føroyum, men nú gongur annar stórmeistari norðuri í Klaksvík. Vladimir Hamitevici úr Moldova, sum í næstum fyllir 30, er fluttur til Føroyar, og hevur búsett seg í Klaksvík. Hann er millum sterkastu telvarar í Moldova, og hevur fleiri ferðir umboðað Moldova á talvolympiadum. Styrkital hansara er 2461. Bara Helgi Dam Ziska hevur hægri styrkital í Føroyum.
Les meira »Talvkapping á chess.com
Leygardagin, 6. februar 2021 kl. 18.00, verður talvkapping fyri føroyskar telvarar á netinum. Telvað verður á heimasíðuni chess.com. Talvkappingin er partur av vælumtóktu Grand Prix kappingunum. Øll eru vælkomin at royna seg, bæði roynd og minni roynd.
Les meira »Vágamenn økja
Í dag var so sjøtil settur á seinnu leikhálvu í landskappingini í talvi fyri lið. Dystirnir í sætta umfari í dag áttu av røttum at verið avgreiddir fyri tveimum vikum síðani, men vórðu útsettir vegna korona.
Les meira »Rókur Open 2021
Komandi vikuskiftið 29.-31. jan. 2021 verður Rókur-Open telvað í skúlanum á Eiði. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.
Les meira »Dagførdur talvkalendari
7. januar bleiv avgjørt, at eingin telving skuldu verða næstu 14 dagarnar. Hetta hevur havt við sær, at nakrar broytingar máttust gerast í Talvkalendaran 2020-21.
Les meira »Eingin telving næstu 2 vikurnar
Vegna korona støðuna verður eingin telving næstu 14 dagarnar. Hetta hevur við sær, at 6. umfar í liðkappingini, Rókur-Open og 7. umfar í unglingum verður útsett.
Les meira »Finalubólkar í 3. deild
Fram til jólar hevur verið telvað í tveimum bólkum í 3. deild. Nú verða nýggir bólkar gjørdir. 3 tey bestu liðini úr hvørjum bólki koma í A bólkin, meðan 3 tey niðastu liðini koma í B bólkin.
Les meira »Úrslit frá NM úttøku-finaluni
NM fyri skúlaungdóm verður hildið í Føroyum í komandi ári, og sunnudagin 29. novembur varð finalan um NM úttøkurnar hildin í Klaksvík, har tey føroysku umboðini skuldu finnast. 25 børn og ung luttóku í teimum fimm aldursbólkunum.
Les meira »Helgi var suverenur
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag vann um vikuskiftið í stórum stíli árligu FM-heitini í snartalvi og kviktalvi. Talvsamband Føroya skipaði fyri saman við Tofta Talvfelag, sum hýsti kappingunum. Snarkappingin var fríggjakvøldið, og kvikkappingin leygardagin.
Les meira »