NM í talvi fyri unglingar í Íslandi

Norðurlandameistaraheitið í skúlatelving verður telvað í vikuskiftinum. Íslendingar eru vertir, og verður telvað á Borgarnesi. Kappingin er skipað í 5 aldursbólkar, og hava Norðurlondini tvey umboð í hvørjum bólki. Føroyski hópurin fór til Íslands tíðliga hósmorgunin, tí longu kl 10 fríggjadagin 15. februar byrjar fyrsta umfar. Ferðalagið telur 20 fólk, umframt at Rógvi Egilstoft Nielsen er við sum venjari. Telvað verða 6 umfør, og endar kappingin sunnudagin 17. februar.

Les meira »

Sandavágsmenn økja

Sandavágs Talvfelag hevur beina kós móti FM-heitinum í talvi. Í dag øktu teir leiðsluna við einum stigi, og eru nú hálvtfjórða stig frammanfyri Havnar Telvingarfelag. Tað byrjar so smátt at lukta av FM-gulli hjá vágamonnum.

Les meira »

Seinni hálvleikur byrjar

Í dag verður sjøtil settur á seinnu leikhálvu í landskappingini í talvi. Dystirnir í sætta umfari í øllum deildum eru í dag.

Les meira »

Nýggjur føroyameistari í snartalvi

Rógvi Egilstoft Nielsen – føroyameistari í snartalvi 2018 Nýggjur føroyameistari í snartalvi er kosin. Í árligu FM fyri einstaklingar í Havn í gjár vann Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag í harðari kapping við Olaf Berg úr Havnar Telvingarfelag. Snarmeistarin mongu undanfarnu árini, Helgi Dam Ziska, var ikki við.

Les meira »

FM í snartalv – leygardagin 29/12

Føroyameistaraheitið í snartalv verður leygardagin 29. desembur kl 14.00 í Gula Skúla, Landavegur 30, Tórshavn. Kappingin verður skipað við 9 dupult-umførum og umhugsunnartíðin 3 min + 2 sek /leik.

Les meira »

Eyka aðalfundur – leygardagin 29/12

Eyka aðalfundurin verður hildin leygardagin 29. desembur kl. 11.00 í  Gula skúla, Landavegur 30, Tórshavn Skrá: Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar Innkomin uppskot (HT) Ymiskt  

Les meira »