Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / FM fyri Ung Finalan

FM fyri Ung Finalan

 

Í mun til undanfarin ár, har finalan bleiv telvað sum allir móti øllum í 8-mans bólkum, var tíðin hesa ferð 1 tími til talvið. Tískil mátti eisini telvast yvir tveir dagar, men tað riggaði bara fínt, og vórðu seinastu vinnararnir funnir seinnapartin leygardag.

Í A-bólkinum var spenningur frá byrjan til enda. Ratingfavoritturin Rógvi E. Nielsen tapti longu í fyrsta umfari móti Margari Berg, meðan Hjalti t. Jógvansson og Heiðrikur T. Jacobsen telvaðu javnt. Men longu í øðrum umfari tapti Margar, meðan Rógvi vann og soleiðis var kappingin opin lika til næstseinasta umfar. Tá hevði Rógvi longu vunnið áðrenn síðsta umfar, men allir hinir kundu koma víðari til NM, alt eftir hvussu úrslitini lagaðu seg. Krøvini vóru tó ymisk fyri hvønn telvaran, Heiðrikur skuldi vinna móti Rógva, meðan Hjalti hevði nokk við remis móti Margar, sum harafturímóti mátti vinna talvið. Heiðrikur fekk tó einki gjørt við Rógva, meðan Hjalti og Margar telvaðu javnt. Rógvi E. Nielsen vann bólkin við 4,5 stigum, Hjalti 3 stig, Margar 2,5 stig og Heiðrikur 2 stig. Rógvi og Hjalti fara tí enn eina ferð at umboða Føroyar til NM.

Í B-bólkinum gjørdi Karl Marius Dahl úr Kollafjarðar Talvfelag bart, og vann sannførandi við 3,5 stigi av 4 møguligum. Sára Traber Olsen HT fekk 1,5 stig, meðan Pætur Poulsen fekk 1 stig. Karl Marius og Sára fara at umboða Føroyar til NM.

C-bólkurin var spennandi, men einans um annað plássið. Tað var ongantíð nakar ivi um vinnaran, men hini plássini var ein rættuligur gysari. Høgni Egilstoft Nielsen vann øll síni talv og tískil eisini FM-heitið, men áðrenn seinasta umfar høvdu 3 møguleikan at fara við Høgna til NM. Sjúrður Olsen VT og Alfred Olsen VT telvaðu seinasta talvið. Um Sjúrður vann, so fór hann til NM, vann Afred slapp hann og endaði talvið javnt, so mátti umdystur millum Sjúrður, Alfred og Rúna T. Jacobsen telvast. Tað var ikki frítt at nógv stóð á monnum – bæði við og rundanum talvborðið -, men úrslitið gjørdist at Sjúrður vann og ognaði sær luttøku til NM. Endaliga støðan gjørdist: Høgni 6 av 6 stigum, Sjúrður 2,5 stig, Rúni 2 stig og Alfred 1,5 stig.

D-bólkurin hevði einans 3 luttakarar, men tað steðgaði ikki Silas Eyðsteinsson ST – hann vann øll talvini ! Eli W. Finnson HT og Magni Weihe ST, telvaðu um næstu plássini, og har vann Eli bæði talvini. Silas og Eli vera umboðini í D-bólkinum í NM.

E-bólkurin – bólkurin við teimum yngstu – var ein uppvísing í telving, tá ið tað er allarbest. Janus Skaale úr Klaksvík vísti rættan klassa og vann øll talvini, men á øllum hinum borðunum var spenningur til síðsta leik. Allir kýttu seg til tað síðsta og vístu góð talvevnir. Og tá ið tað síðsta talvið var liðugt telvað, mátti umdystir til. Leif Fjallheim HT og Ragnar Weihe ST endaðu javnir í stigum og máttu tí telva um luttøkuna til NM. Fyrra talvið teirra millum endaði við javnleiki, meðan Leif hegnisliga mátaði Ragnar í seinna talvinum. Ein sonn fragd at síggja yngstu telvararnar kýta seg soleiðis, tað ber boð um eina livandi ítrótt við stórum møguleikum. Janus og Leif fara at umboða Føroyar í NM.

Fleiri myndir frá finaluni eru í myndasavnium.

 

 

Sí eisini

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík. 40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, …