Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Henrik Danielsen vann Heini Olsen Memorial

Henrik Danielsen vann Heini Olsen Memorial

Føroyingarnir stóðu seg sum heild væl í kappingini. Tó gjørdist ikki talan um nakran norm á hesum sinni. Men tað restaði ikki nógv í at hetta kundi gerast veruleiki. Høvdu Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft Nielsen fingið eitt stig afturat, hevði verið talan um ávikavíst GM og IM-norm.

Serliga eyðsýnt var avrikið hjá 17 ára gamla sandavágs unglinginum, Rógva Egilstoft Nielsen, sum telvdi framúrskarandi væl í kappingini. M.a. sigurin á IM Tapani Sammulvou, javnleikir ímóti IM Silas Lund, GM Miroslav Grabarczyk og IM Simon Bekker Jensen innibera eina ratingframgongd uppá heili 44 ratingstig og knógvar Rógvi harvið 2100-markið á altjóða styrkilistanum.

Talvfestivalurin fevndi somuleiðis um opna kapping, Klaksvík Open. FM Morten Weirich úr Týsklandi var ovastur við 8 stigum. 18 telvarar luttóku í kappingini. Herborg Hansen, úr Klaksvík, Rógvi M. Olsen, av Toftum, og Vagn Heldarskarð, úr Klaksvík, stóðu seg best av føroyingunum, við ávikavíst 5½ og 5 stigum og gjørdust nummar 5, 6 og 7. 

Sí úrslit og støður á framsíðuni.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …