Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM frásøgn: Dagur 1

NM frásøgn: Dagur 1

Í dag eru tvey tey fyrstu umførini í NM-kappingini fyri skúlaungdóm telvaði. Føroysku telvararnir hava fingið eina sera góða byrjan. Í alt hava teir klárað at skava 7 stig saman.

Eins og vanligt er, so fingu føroysku telvararnir harða mótstøðu í 1. umfari. Hetta kemst av, at telvararnir í ovaru hálvu møta teimum í niðaru hálvu. Í ár er tað bara Luitjen, av føroysku telvarunum, sum er omanfyri miðjuna. Luitjen gjørdi eisini sína skyldu og vann sítt talv móti Eliasi. Men hann mátti stríðast, tí stóran part av talvinum hevði Elias fyrimun.

Ein sigur kom afturat í 1. umfari. Sjálvt um tað var fyrsta talvið hjá Bresti Samuelsen í NM samanhangi, so virkaði tað ikki til at ávirka hann. Hann var gott nokk eitt sindur bangin áðrenn talvið, tí mótstøðumaðurin hevði heili 1422 ratingstig meira enn hann. Men áðrenn nakar visti av, so hevði hann lumpað mótstøðumannin. Mótstøðumaðurin oftraði ein mann í byrjanartalvinum, sum hann ætlaði at fáa aftur, men Brestir hevði gott mótspæl og endaði við manni meira. Eftir hetta telvaði hann sera væl og fekk sítt fyrsta stig. Flott.

Hinir føroyingarnir stríddust eisini væl, og ta einu løtuna sá tað út til, at vit skuldu fáa fleiri stig afturat. Jón, Leif, Eli og Janus høvdu allir góðar støður, men tíverri var tað bara Janus, sum kláraði at fáa nakað burturúr. Hann telavði javnt.

 

Hóast allir føroysku telvararnir høvdu minni í rating enn sínir mótstøðumenn, so fingu teir 4½ stig í 2. umfari. 4 sigrar og ein javnleik.

Rókur Davidsen, sum eisini telvar við í NM fyri fystu ferð, fekk bjóðað remis eftir 15 leikir. Tá hevði hann brúkt 45 minuttir og valdi at taka av, tí hann var so móður. Tað er óvanligt at síggja, at telvarar í yngsta bólkinum klára at hugsavna seg so væl og leingi, sum Rókur ger.

Nógv stendur á telvarunum, tá røttu leikirnir skulu finnast, men so ræðuliga nógv meira stendur á foreldrunum, sum fylgja spent við í talvhølinum ella á telduni. Onkur hevur eina greiða meining um, hvat skuldi flytast næst. Serliga tá tey hava hugt í telduna áðrenn. Onnur skilja ikki so nógv av tí, sum gongur fyri seg á talvborðinum, men tey hyggja eftir, hvussu nógv tíð er brúkt, og um reyðir leikir (leikirnir eru reyðir á telduni, um teir ikki eru góðir) verða fluttir ella ikki. Tíðarneyðin ger tað ikki minni spennandi. Tá verða ofta nógvir reyðir leikir gjørdir, og ilt er at siga, hvør endar sum vinnari. Soleiðis var hjá Luitjen í dag. Hann stóð betur alt talvið, men mótstøðumaðurin hevði møguleika at fara við øllum í tíðarneyðini, men tók tíbetur ikki av. Luitjen hevur nú 2 av 2 møguligum.

Jón telvaði eisini eitt spennandi talv. Mótstøðumaðurin hevði eitt stórt trýst móti f7, sum sá sera lovandi út, men hann var óansin og lovaði Jón í mótálop. Jón fekk 2 finnur, men skuldi framvegis ansa eftir konginum hjá sær. Mitt í øllum spenninginum setti mótstøðumaðurin ein mann í deyða og legði kongin.

Hin bæði stigini fingu Flóvin og Eli. Eg havi ikki hugt eftir, um nakrir reyðir leikir blivu gjørdir, men tað sá út til, at teir báðir telvaðu sera væl. Flóvin rakti fyrireikingina og bleiv tí ongantíð pressaður av tíðini. Hann skilti eisini støðuna nógv betur enn mótstøðumaðurin, sum leyp í eina borg, sum Flóvin hevði fyrireikað at leypa á. Spakuliga men sikkurt økti Flóvin trýstið á vánaligu borgina, sum til endans ikki kláraði at standa ímóti trýstinum og koppaði. Ein kærkomin sigur hjá Flóvini.

Skjótt sást, at Eli stóð betur. Hann vann sær a-linjuna, og kláraði at leggja trýst á b-finnuna, men hevði ikki nakran avgerðandi fyrimun. Við hegni hoppaði hann runt við riddarunum og fann teir røttu puntarnar til teir. Trýstið bleiv so stórt á mótstøðumannin, at hann mátti lata eina finnu, sum var nóg mikið hjá Eli fyri at vinna talvið. Telvingin hjá Flóvini og Eli í dag vísir, at teir kunnu telvað nógv betur, enn hvat ratingtalið sigur.

 

Samanumtikið gav fyrsti dagur 7 stig av 20 møguligum. Eitt sera gott úrslit, tá hugsað verður um, at so at siga allir føroyingarnir eru styrkismettir í botninum av bólkinum. Tað er eisini gleðiligt at síggja, at ungu telvararnir trúgva uppá, at teir væl kunnu taka stig frá mótstøðumonnunum, sum á pappírinum eru væl sterkari. Og eydnast tað ikki, so eru teir missnøgdir, sjálvt um teir koma í góðar støður. Tað er rætti hugburðurin. Vit skulu ikki góðtaka, at vit í løtuni eru aftanfyri hini londini. Sjálvandi kunnu vit kappast við tey.

 

Í morgin verða aftur 2 talv telvaði. Kl. 10 og 16. Fylgjast kann við live her: https://chess24.com/en/watch/live-tournaments/nordic-youth-championship-2019/

Úrslit og støður síggjast her: http://chess-results.com/tnr407741.aspx?lan=7

 

Her eru nakrar myndir frá 1. degi

NM_2019_1_Brestir

Brestir Samuelsen

NM_2019_1_Rokur

Rókur Davidsen

NM_2019_1_Elias_Luitjen

Elias og Luitjen

NM_2019_1_Elias

Elias Petersen

NM_2019_1_Luitjen

Luitjen Akselsson Apol

NM_2019_1_Jon

Jón í Horni Nielsen

NM_2019_1_Benjamin

Benjamin Reinert Fjallheim

NM_2019_1_Flovin

Flóvin Matras Tummasarson

NM_2019_1_Leif

Leif Reinert Fjallheim

NM_2019_1_Eli

Eli W. Finnsson

NM_2019_1_Janus

Janus Skaale

NM_2019_1_felags

NM hópurin 2019

Sí eisini

Aðalfundur verður 15. apríl 2024

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mánadagin tann 15. apríl 2023 kl. 19:00 í Skúlanum á Giljanesi.