Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Anand – Topalov: HM byrjar seinnapartin

Anand – Topalov: HM byrjar seinnapartin

 

 

Báðir tveir hava – á hvør á sín hátt – av álvara tikið talvheimin á bóli seinastu árini. Stílurin er ymiskur. Meðan 40 ára gamli, hóvligi, Anand er sannur meistari, tá um fyrireiking viðvíkur og í so máta er meiri heilstoyptur sum telvari, er 35 ára gamli, ágangandi, Topalov, kendur fyri at taka stórar váðar á seg og at sigra við sonnum fýrverki, tá harðast leikar á, umframt at hava serlig evnir at koma sterkt aftur í seinnu hálvu av kappingum. Avbjóðarin hevur, harumframt, heimavallar fyrimunin. 

Anand er trífeldur HM-vinnari í 2000, 2007 og 2008, meðan Topalov vann HM-heitið í 2005. Gjøgnum tíðirnar hava teir verið í orrustu í 44 talvum. Støðan er 11-10 til Topalov. 23 talv endaðu við janvleiki. 

Anand um Topalov: “Ein sera krevjandi telvari, sum megnar draga fram ógvusliga orku við talvborðið og sum fær alt tað burturúr, sum yvirhøvur fáast kann, úr givnu støðuni.”

 

Topalov um Anand: “Anand er eitt hitt størsta talentið í talvsøguni. Hann er í dag 40 ára gamalur og helvtina av tíðini hevur hann verið ein hin sterkasti telvarin í heiminum”.

 

Og sum vanligt er. Sálarliga orrustan er longu byrjað. 

 

Tað var við tógvið stríð at Bulgarar vildu góðtaka, at útseta HM-dystin frá fríggjadegi til leygardag, nú heimsmeistarin, Anand, hevði stórar trupulleikar at koma vegin fram til Sofia, grundað á øskuni úr Íslandi. Eftir 40 tímar í bili var hann frammi. 

 

Telvað verða 12 talv og stendur á jøvnum 6-6, verða 4 kvik-talv telvað 13. mai og hereftir verðür heimsmeistarin 2010 kosin. Anand byrjar við svarta fólkinum leygardagin.  

 

Um okkara leiðir hevur úrslitið í Sofia serligan áhuga, tí ikki er óhugsandi, at vinnarin í Sofia telvar søguligt HM ímóti unga Magnusi Carlsen, úr Noregi, sum í løtuni liggur í oddinum á heimsstyrkilistanum.  

Fylgið HM í talvi á: www.anand-topalov.com

 

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …