Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Sigurin í eygsjón

Sigurin í eygsjón

Nú tvey umfør eru eftir í kappingini í Klaksvík millum fremstu telvarar úr smátjóðum í Evropa er føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska framvegis flúgvandi við fullum stigatali. Sjeyndi sigurin í eitt koyr var fingin til høldar í dag móti Paris Kleridis úr Kýprós.

Harðasti kappingarneytin, stórmeistarin Igor Efimov úr Monako, snávaði í dag og mátti sættast við remis móti Aloma Vidal úr Andorra, sum er altjóða meistari. Helgi er tí hálvtannað stig framman fyri Efimov og Fred Berend úr Luksemburg, sum nú hevur fingið Efimov aftur.

Tað merkir, at vinnur Helgi aftur í morgin, hevur hann longu vunnið kappingina, sama hvussu gongst í síðsta umfari sunnudagin. Men mótstøðumenninir, sum Helgi hevur eftir, eru júst teir, sum eru í hølunum á honum, Igor Efimov og Fred Berend.

Men soleiðis sum Helgi hevur telvað higartil, man lítil ivi vera um, at hann er mentur at tryggjað sær sigurin – kanska longu í morgin. Spurningurin er, um Helgi spælir sær við tankan um at vinna kappingina við fullum stigatali. Tað hevði vissuliga verið eitt satt bragd.

Olaf Berg hevði ikki eydnuna við sær í dag, og tapti fyri Stelios Theocharous av Kýpros.

Í áttanda og næstsíðsta umfari í morgin hava báðir føroyingarnir hvíta fólkið. Helgi telvar móti Fred Berend og Olaf móti Renato Frick. Telvað verður í hølunum hjá Húsmøðrafelagnum í Klaksvík. Byrjað verður klokkan 15.00.

 

Støðan í Small Nations 2018 eftir 7 umfør:

1 GM Helgi Dam Ziska (Føroyar) 7 stig

2 GM Igor Efimov (Monako) 5½

3 IM Fred Berend (Luksemburg) 5½

4 IM Aloma Vidal (Andorra) 4

5 Paris Kleridis (Kýpros) 3½

6 Olaf Berg (Føroyar) 3

7 Peter Kirby (Guernsey) 2

8 Stelios Theocharous (Kýpros) 2

9 Krysztof Belzo (Jersey) 1½

10 Renato Frick (Liktinstein) 1

Sí eisini

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík. 40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, …