Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úrslit frá talvkappingini fyri børn og ung

Úrslit frá talvkappingini fyri børn og ung

Seinasta sunnudag skipaði Klaksvíkar Talvfelag fyri talvkapping fyri børn og ung í Klaksvík.

26 unglingar, gentir og dreingir, luttóku í kappingini, og telvað varð í trimum bólkum. 

Í tí yngsta bólkinum (2. flokkur og yngri), vóru 10 luttakarir, í næsta bólkinum (3. – 4. flokkur) vóru 11 luttakarir, meðan tað vóru 5 luttakarir í tí elsta bólkinum (5. flokkur og eldri).

Spenningurin helt sær heilt til endan í teimum yngru bólkunum, har vinnarirnir ikki vóru funnir fyrrenn seinasta umfarið var liðugt. Í mittasta bólkinum var tó ongin ivi, tí Elias Petersen vann øll síni talv. Í tí elsta bólkinum, har allir telvaðu 2 talv móti hvørjum øðrum, vann Luitjen Apol trygt og misti einans eitt hálvt stig.

Endaligu støðurnar vóru hesar:

5. flokkur og eldri

Nr. Navn Stig
1 Apol Luitjen
2 Matras Flóvin T.
3 Joensen Jósef Berg
4 Jónsson Teitur
5 Arnholdsson Aron Berg 1

 

KTF_barnakapping_5_flokkur_eldri

Frá vinstru: Jósef Berg Joensen, Luitjen A. Apol og Flóvin T. Matras.

 

3. – 4. flokkur

Nr. Navn Stig Korr.
1 Petersen Elias 6 18
2 Jacobsen Markus Ó. 5 18½
3 í Horni Jóhan Hendrik L. 19
4 Samuelsen Tóki 15½
5 Staksberg Luca Eyðun 3
6 Mikkelsen Óli 3
7 Petersen Gabriel Nolsøe 3
8 Davidsen Rókur 3
9 Fonn Leivur 3
10 Helmsdal Fríðrikur 2
11 Simonsen Heidi Alvilda B. 1

KTF_barnakapping_vinnarar

Frá vinstru: Dennis Anghel, Janus Ferjá Foged, Jóhan Hendrik L. í Horni, Markus Jacobsen og Elias Petersen.

2. flokkur og yngri

Nr. Navn Stig Korr.
1 Foged Janus Ferjá 5 18
2 Petersen Marner Fríði 19½
3 Anghel Dennis 4 22
4 Dam Leon 4 19½
5 Magunssen Petur Gardar
6 Helmsdal Ingi 3
7 Steinberg Dávid
8 Valle Kristian Samuel 2
9 Christiansen Poul Jacob
10 Sørensen Eli K. 0

KTF_barnakapping_3 KTF_barnakapping_2 KTF_barnakapping_1

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …