Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Spenningurin varðveittur

Spenningurin varðveittur

Einki er avgjørt í nakrari deild eftir dystirnar í næstseinasta umfari í landskappingini í talvi í dag. Í báðum fremstu deildunum bíða rættir finaludystir í síðsta umfari um tvær vikur, og í 3. deild er heldur einki avgjørt.

Havnin og Sandavágur

Í 1. deild stendur kappingin enn sum áður millum Havnina og Sandavág. Bæði vunnu sannførandi í dag. Vágamenn vunnu 4-0 á kollfirðingum og FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag vann 3-1 á Klaksvíkar Talvfelag. Tað ber í sær, at munurin tódnaði niður í tvey stig. Fyritreytirnar undan avgerandi toppdystinum millum oddaliðini í síðsta umfari minna nógv um støðuna í fjør. Tá vunnu vágamenn 3-1, men gjørdust kortini eitt hálvt stig ov stuttir.

Havnin vann 3-1 á Klaksvík. Á fyrsta borði vann Ólavur Simonsen á Olaf Berg, men á hinum borðunum vunnu oddafiskarnir. Martin Poulsen, Sjúrður Thorsteinsson og Carl Eli Samuelsen vunnu á Rana Nolsøe, Willa Olsen og Janus Skaale.

Sandavágsmenn gjørdu bart í Kollafirði. Rógvi Egilstoft Nielsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen vunnu allir. Mótstøðumenninir vóru Hans Kristian Simonsen, Kári Petersen, Hanus Joensen og Eivind Jacobsen.

Í triðja dystinum eydnaðist Gøtu Talvfelag at fáa fyrsta javnleikin í fremstu deildini.

 

Úrslitini í 1. deild í 9. umfari:

Havnin – Klaksvík 3-1

Kollafjørður – Sandavágur 0-4

Havnin 2 – Gøta 2-2

Støðan

Havnin 29½

Sandavágur 27½

Klaksvík 20

Havnin 2 15½

Kollafjørður 9½

Gøta 6½

Eins og í fjør eru havnarmenn og sandavágsmenn klárt á odda í 1. deild. Og tað ber ikki beinari á, enn at oddaliðini møtast í seinasta umfari leygardagin 17. mars í einari rættari FM-finalu. Havnarmenn eru stóran skutin frammanfyri, men við einum rimmar endaspurti – sum í fjør – kunnu vágamenn fáa oddaliðið aftur.

Stríðast um uppflyting

Klaksvíkar Talvfelag og Sandavágs Talvfelag eru í hørðum stríði í 2. deild um dupulta umboðan í fremstu deildini. Sum er hava bæði feløgini lið í 1. deild, men annað felagið fær eitt lið aftrat upp í fremstu deildina næsta kappingarár.

Støðan í 2. deild fyri seinasta umfar er henda:

Klaksvík 23

Sandavágur 22½

Vestmanna 20½

Havnin A 17

Havnin B 14

Runavík 11

Í seinasta umfari bresta oddaliðini Klaksvík og Sandavágur saman. Vestmenningar fáa ikki bæði fremru liðini aftur, og flyta tí ikki upp. Runavíkar Talvfelag stendur til at flyta úr aftur deildini, men ein lítil vón er tó um, at teir kunnu bjarga sær.

Veteranar spøkja

Í 3. deild stendur Talvfelagið Streymur til at flyta upp í 2. deild. Sundalagsmenn, sum hava vakt felagið aftur úr dvala, hava beina kós upp gjøgnum røðirnar við at kalla somu manning, sum vann FM-heitið í 1986. Bara Hanus Brekká manglar. Hinir eru tørnaðir til aftur: Finnbjørn Zachariassen, Martin Brekká og Gunnar Joensen.

Harðastu kappingarneytarnir eru toftamenn, men teir standa til at gerast ov stuttir. Á toftaliðnum finnur tú nøvn sum Jens Chr. Hansen og Helgi Joensen, sum í síni tíð vóru í fremstu røð.

Tíggju lið eru í 3. deild. Í oddanum er støðan henda: 1. Streymur 25  2. Toftir 23  3. Sandavágur 15½.

Einki er sostatt avgjørt í landskappingini í talvi í nakrari deild fyri seinasta umfar, sum verður annan leygardag. Tá telva øll liðini í Finsen – gomlu kommunuskúlaauluni – í Havn. Fyrstu leikirnir verða fluttir longu klokkan tíggju á morgni.

Sí eisini

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík. 40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, …