Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Runavík Open: Seinastu leikirnir

Runavík Open: Seinastu leikirnir

Onnur altjóða talvkappingin í Løkshøll í Runavík endar í dag. Hvítarussiski stórmeistarin Nikita Maiorov stendur til at vinna kappingina. Hann er í løtuni heilt stig undan fremstu kappingarneytunum, og stendur seg tí við javnleiki í dag. Hann sleppur kortini ikki spælandi til sigurin, tí mótstøðumaður hansara í dag er Oleg Korneev, russi av uppruna, men búsitandi og umboðandi Spania. Korneev hevur hægri styrkital enn Maiorov.

Korneev er javnur við Srinath Narayanan úr India á øðrum plássi. Gudmundur Kjartansson úr Íslandi, sum vann seg heilt fram í oddan eftir sætta umfar fríggjadagin, misti alt á gólvið í gjár. Tá vóru sjeynda og áttanda umfar fyri, og íslendski vinnarin í fjør tapti bæði talvini í gjár. Hann er tí dragnaður so langt afturúr, at hann fer ikki at vinna seg heilt fram millum teir fremstu aftur.

Føroysk miðalavrik

Eingin føroyskur telvari hevur gjørt hol í sjógvin í Runavík í ár. Okkara fremstu telvarar liggja á tjúgunda plássi í røðini av teimum 59 telvarunum í kappingini. Tað er í góðum samsvari við styrkismetingina. Høgni Egilstoft Nielsen var sum sterkasti føroyingurin styrkismettur nummar 18.

Fýra føroyingar eru javnir á 20. plássi við 4½ stigi eftir átta umfør. Teir eru Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgård, Rógvi Egilstoft Nielsen og Sjúrður Thorsteinsson. John og Sjúrður hava í dag svarta fólkið móti stórmeistarum; Sjúrður móti Evgenij Gleizerov úr Russlandi og John móti Tejas Bakre úr India.

Brøðurnir úr Sandavági sleppa heldur lættari í síðsta umfari. Teir hava íslendskar mótstøðumenn við væl lægri styrkitali.

Óført initiativ

Onnur altjóða talvkappingin í Løkshøll er úrslit av samstarvi millum Talvsamband Føroya og Runavíkar Kommunu við tí talvhugaða borgarstjóranum, Tórbjørn Jacobsen, á odda.

Teimum hevur aftur í ár eydnast at savna hópin av heilt sterkum telvarum úr øllum herðashornum í Føroyum at kappast í aðru Runavík Open-kappingini. Hølisumstøðurnar eru tær bestu í stásiligu Løkshøll – eisini hjá áskoðarum.

Seinasta umfar byrjar klokkan tvey í dag. Eisini ber til at fylgja við á øllum borðum beinleiðis á netinum – leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com

Sí eisini

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík. 40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, …