Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Javnt móti Luksemburg

Javnt móti Luksemburg

Føroyar telvaðu 2-2 móti Luksemburg í fyrsta umfari í EM-kappingini fyri smátjóðir í Evropa, sum nú er byrjað í Andorra. Tað endaði javnt á øllum fýra borðum. Úrslitið var helst betri fyri Luksemburg enn Føroyar. Á trimum av fýra borðum høvdu føroysku telvararnir hægristyrkital, men ongum eydnaðist at vinna.

Helgi Dam Ziska telvaði á 1. borði við hvítum móti Fred Berend, sum er altjóða meistari við útivið 200 ratingstigum lægri, men talvið endaði javnt longu eftir umleið tjúgu leikir. Helgi stóð til at missa mann, men hvat hann kundi fingið afturfyri tóktist eitt sindur ógreitt. Brádliga samdust teir um remis.

Hjá Høgna og Rógva Egilstoft Nielsen á 2.- og 3. borði gekk javnt á. Hóast telvað var væl og leingi, var eingin, sum vann sær nakran fyrimun. John Rødgård á 4. borði kundi helst verið vorðin sigursharri í dystinum, hevði hann verið kringari og djarvari í endatalvinum, men tað fjaraði av, og endaði eisini javnt.

Føroyar og Luksemburg hava vunnið smálandakappingina tvær ferðir hvør undanfarnu fýra ferðirnar, sum kappingin hevur verið. Talan var tí um eitt slag av toppdysti í dag, men Luksemburg er ikki eins væl mannað í ár sum onnur ár. Svenski stórmeistarin Michael Wiedenkeller, sum hevur búð í Luksemburg í fleiri ár, og hevur verið fastur fúsur á 1. borði, er ikki við í ár. Tí var roknað við, at føroyska liðið helst fór at vinna í dag.

Dupultumfar

Tveir dystir eru á skránni mánadagin. Lagt verður til brots aftur longu klokkan 10. Tá byrja dystirnir í øðrum umfari. Og klokkan fimm verður farið undir dystirnar í triðja umfari. Føroyar telva fyrst móti San Marino og síðani Guernsey. Tveir trivaligir sigrar er eitt krav móti hesum liðum.

Helgi verður ikki við móti San Marino. Silas Eyðsteinsson sleppur í staðin at royna seg á 4. borði. Tað verður tí næstan eitt reint ST (Sandavágs Talvfelag) lið, sum umboðar Føroyar móti San Marino.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …