Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Spenningur í Kollafirði

Spenningur í Kollafirði

Indiska stjørnuskotið Srinath Narayanan er framvegis einsamallur á odda í altjóða talvkappingini Faroes Open í Kollafirði. Men favoritturin, Julio Granda Zuniga, úr Peru, er nú beint í hølunum á honum.

Srinath Narayanan, sum í 2005 vann heimsmeistaraheitið fyri telvarar undir 11 ár, telvaði í dag móti føroyska stórmeistaranum Helga Dam Ziska. Talvið endaði javnt. Verri gekst Høgna Egilstoft Nielsen móti Julio Granda Zuniga. Høgni hevur havt eina framúrskarandi kapping higartil, men í dag varð hann blástur av borðinum. Sterki suðuramerikanarin, sum eisini hevur verið amerikanskur kontinentalmeistari, vann ógvuliga sannførandi, og veitti unga sandavágsmanninum fyrsta ósigurin í kappingini.

Eftir góða byrjan er stígur komin í hjá eldra sandavágsbróðrinum. Rógvi Egilstoft Nielsen, sum í gjár tapti fyri danska stórmeistaranum Jens Kristiansen, var fyri somu lagnu í dag móti spanska stórmeistaranum Miguel Munoz, og er tí dragnaður eitt sindur í røðini.

Helgi Dam Ziska er ósigraður í kappingini. Hann hevur vunnið tvey og telvað hini fimm jøvn. Hann er í løtuni nummar fýra, og hevur telvað javnt móti teimum trimum, sum eru ovari enn hann í røðini eftir sjeynda umfar í dag.

Tretivu telvarar eru við í Faroes Open. Teir fremstu tíggju eru hesir:

  1. IM Srinath Narayanan, India, 6 stig
  2. GM Julio Granda Zuniga, Peru, 5½
  3. GM Allan Stig Rasmussen, Danmark, 5
  4. GM Helgi Dam Ziska, Føroyar, 4½
  5. FM Høgni Egilstoft Nielsen, Føroyar, 4½
  6. GM Miguel Munoz, Spania, 4½
  7. GM Jens Kristiansen, Danmark, 4½
  8. IM Martin Haubro, Danmark, 4½
  9. 9. IM John Rødgård, Føroyar, 4½
  10. Sjúrður Thorsteinsson, Føroyar, 4 stig
Í áttanda umfari í morgin telvar Helgi Dam Ziska móti Martin Haubro, og Høgni Egilstoft Nielsen móti Jens Kristiansen. Byrjað verður klokkan 14.
Kappingin endar mikudagin.

Sí eisini

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík. 40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, …