Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Favorittarnir vunnu í Kollafirði

Favorittarnir vunnu í Kollafirði

Í dag blivu fyrstu leikirnir fluttir av stóru talvkappingini Faroes Open, sum verður telvað í skúlanum í Kollafirði í hesum døgum í sambandi við at Kollafjarðar Talvfelag fyllir 50 ár í ár.

Fleiri stórmeistarar og fleiri altjóða meistarar eru við í kappingini, og teir megnaðu allir at fáa fulla úrtøku í dag.

 

Millum luttakararnir er 50 ára gamli peruvianski stórmeistarin GM Julio Ernesto Granda Zuniga (2656), sum telist millum 100 teir sterkastu telvararnar í heiminum. Saman við øllum favorittunum eydnaðist tað honum at vinna sítt fyrsta talv.

 

Tað er eisini vert at leggja afturat, at av favorittunum var GM Helgi Dam Ziska (2544) í ávísum trupulleikum móti Rógva Mortensen (1939). Rógvi hevði møguleika fyri ævigum skáki í talvinum eftir eina góða offring, men tað eydnaðist honum ikki at finna avgerandi  kombinatiónina, og so vann Helgi at enda.

 

Í morgin verða tvey umfør á skránni. Lagt verður til brots kl. 10. Her verður millum annað eitt spennandi talv sæð við føroyskum eygum, tá GM Helgi Dam Ziska (2544) og FM Rógvi Egilstoft Nielsen (2353) møtast.

 

Annars ber til at fylgja beinleiðis við í kappingini á heimasíðuni www.faroesopen.com.

Sí eisini

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík. 40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, …