Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Liðkappingin – Óbroytt í oddanum
KTF 1 - HT 2. Herluf Hansen - Ólavur Simonsen

Liðkappingin – Óbroytt í oddanum

Støðan broyttist einki millum oddaliðini í talvi eftir dystirnar í áttanda umfari í landskappingini sunnudagin.

Havnar Telvingarfelag er framvegis hálvttriðja stig undan Sandavágs Talvfelag, nú tvey umfør eru eftir. Klaksvíkar Talvfelag togaði seg eitt vet nærri oddaliðunum við knúsandi sigri á øðrum liði hjá Havnini.

1. lið hjá Havnar Telvingarfelag vann 3-1 á Kollafirði. Hans Kristian Simonsen og Torbjørn Thomsen hildu tørn á ovaru borðunum hjá norðstreymoyingum og fingu remis móti Olaf Berg og Martin Poulsen, men á aftaru borðunum tryggjaðu Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson havnarliðnum sigurin. Helgi Dam Ziska telvaði ikki við havnarmonnum henda dagin, og hevur bara verið við í tveimum dystum í vetur.

Sandavágsmenn vunnu somuleiðis 3-1 í sínum dysti móti øðrum liði hjá klaksvíkingum. Torkil Nielsen var við undirlutan móti Terja Petersen, annars vunnu brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson á hinum borðunum.

1. lið hjá klaksvíkingum gjørdi bart við 4-0 sigri á Havnini 2. Ólavur Simonsen, Rúnar Berg, Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen vunnu allir.

Støðan í 1. deild er nú henda: 1. Havnin 1 26½ 2. Sandavágur 24 3. Klaksvík 19½ 4. Havnin 2 10½ 5. Klaksvík 2 8 6. Kollafjørður 7½.

Gøtumenn á uppflytingarkós

Í 2. deild er Gøtu Talvfelag á odda, men kappingin er hørð, serliga við Sandavág og Vestmanna. Bara seks stig eru millum fremsta og aftasta av teimum seks liðunum í deildini.

Havnin er á odda í 3. deild, men frástøðan er stutt aftur til Kollafjørð og Runavík.

Níggjunda og næstsíðsta umfar í landskappingini verður nú sunnudagin. Dystirnir í 1. deild eru hesir: Havnin 1 – Klaksvík 2, Sandavágur – Klaksvík 1 og Havnin 2 – Kollafjørður.

Fleirfaldu føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag hava eyðvitað heldur torførari dyst enn oddaliðið hjá Havnini, og tað kann fáa stóra ávirkan á fyritreytirnar í FM-kappingini fyri tann avgerandi innanhýsis dystin millum oddaliðini bæði í seinasta umfari. Økist munurin millum Havnina og Sandavág eftir dystirnar sunnudagin, er mesti FM-spenningurin kanska longu avfístur fyri seinasta umfar. Livst, so spyrst.

Landskappingin í talvi endar leygardagin 18. mars.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …