Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Havnarmenn vunnu

Havnarmenn vunnu

Oddabrak hevur í dag verið í landskappingini í talvi. Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag møttust í innanhýsis dysti í fimta umfari í landskappingini. Úrslitið var, at Havnin vann 3-1. Á báðum fremstu borðunum endaði javnt, men á triðja og fjórða borði vunnu havnarmenn.

Føroyameistarin Rógvi Egilstoft Nielsen fekk á fyrsta borði remis móti stórmeistaranum Helga Dam Ziska. Í altjóða kappingini Runavík Open í november í fjør endaði talvið teirra millum eisini javnt. Óført avrik hjá Rógva. Úrslitið var hitt sama á øðrum borði millum Høgna Egilstoft Nielsen og Olaf Berg. Á triðja og fjórða borði bragdaði hjá havnarmonnum. Martin Poulsen vann á Torkil Nielsen og Carl Eli Samuelsen á Finnbjørn Zachariassen, sum er nýggjur styrkur hjá vágamonnum.

Havnin – Sandavágur 3-1

Helgi Dam Ziska – Rógvi Egilstoft Nielsen ½-½

Olaf Berg – Høgni Egilstoft Nielsen ½-½

Martin Poulsen – Torkil Nielsen 1-0

Carl Eli Samuelsen – Finnbjørn Zachariassen 1-0

Havnar Telvingarfelag er nú fýra stig undan Sandavágs Talvfelag í fremstu deildini. Sandavágs Talvfelag hevur verið føroyameistari seinastu fýra árini, men Havnar Telvingarfelag tykist í løtuni at hava beina kós móti sigrinum. Sterka manningin hjá høvuðsstaðarfelagnum hevur vunnið allar dystirnar higartil í vetur.

Byrjað var at telva klokkan tíggju í morgun, tí tvey umfør eru á skránni í dag. Klokkan fýra verður farið undir dystirnar í sætta umfari. Landskappingin endar í mars, tá tíggjunda og seinasta umfar er.

Á heimasíðu Talvsambandsins-  faroechess.com – eru seinni í kvøld øll úrslit úr øllum deildum frá dystunum í dag at síggja.

Sí eisini

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík. 40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, …