Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úttøkukapping til NM fyri ung

Úttøkukapping til NM fyri ung

nm_uttoekukapping

Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið fyri ung verður nú leygardagin 3/12 kl 10 í Kollafjarðar skúla.

Kappast verður í 5 aldursbólkum, har øll eru hjartaliga vælkomin at verða við. Tveir teir fremstu í hvørjum bólki vinna sær rættin at umboða Føroyar í NM, sum verður í Norra í fyrru helvt av februar 2017.

Bólkarnir eru hesir:

  • Bólkur A, telvarar føddir í 1997 til 1999
  • Bólkur B, telvarar føddir í 2000 og 2001
  • Bólkur C, telvarar føddir í 2002 og 2003
  • Bólkur D, telvarar føddir í 2004 og 2005
  • Bólkur E, telvarar føddir í 2006 ella seinni

Miðja verður eftir at telva 5 umfør í hvørjum bólki, har hvør telvari byrjar við 25min á klokkuni, og harumframt verða 10 sek løgd afturat tíðini eftir hvønn leik.

 

Tilmelding:

á telduposti:  fjallheim@hotmail.com, ella telefon: 243637

Vinarliga upplýsi navn og føðingardag.

Kappingin er fyri øll sum hava hug at telva, og ikki minst fyri tey sum vilja vinna sær møguleikan, at sleppa við til NM. J

 

Talvsamband Føroya

http://faroechess.com/

á Facebook “Talvtos”

talv_malari

Tak niður sum pdf-fílu.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …