Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / OL 2016: Vónbrot til endan

OL 2016: Vónbrot til endan

Eftir gleðiliga dagin í gjár, tá Føroyar fingu fyrsta stórmeistaran í talvi, vónaðu øll, at føroyska landsliðið fór at seta eitt glæsiligt punktum fyri talvolympiaduna í Baku. Men mongum brestur ætlan. Vit fingu óvæntaða harða mótstøðu í seinasta umfari. Vit møttu Svøríki, sum var styrkismett nummar 38. Teir møttu til dystin í morgun við trimum stórmeistarum og einum altjóða meistara. 

Helgi Dam Ziska var ikki við á føroyska liðnum í dag. Eitt sindur snópisligt, tí dysturin í seinasta umfari er altavgerandi fyri endaliga úrslitið í kappingini. Sum vera man viknaði føroyska liðið nógv í hansara fráveru. Tað líktist frá byrjan einum 4-0 tapi, og soleiðis kom eisini at vera. Avleiðingin var tann, at vit duttu frá 81. plássi aftur til nummar 101. So aftarlaga hava vit ikki verið í allari kappingini – eitt skifti vóru vit nummar 47 – men eftir stendur, at vit gjørdust nummar 101 av 180 londum.

Men endaliga plaseringin er ikki alt. Nógv annað er at frøast um. Vit høvdu góðar dystir og góð úrslit – sigurin á Bosnia-Herzegovina var eitt satt bragd. Men tað, sum fer at gera hesa olympiaduna øðrvísi enn allar aðrar, er sjálvsagt tað, at Helgi Dam Ziska við heilt framúrskarandi úrsliti á 1. borði ognaði sær heitið sum stórmeistari – fyrsti føroyingur við hesum fína heiti.

Umframt Helga, sum skaraði framúr, mugu vit eisini nevna Sjúrð Thorsteinsson. OL-debutanturin av Tvøroyri var onnur sólskinssøgan á føroyska liðnum. Hann tók øll á bóli við sera sannførandi avriki og góðum úrslitum. Olympiadan gjørdist eitt veruligt gjøgnumbrot hjá honum. John Rødgård svíkur sjáldan og gjørdi aftur góðan mun á føroyska liðnum. Hann er enn sum áður ein tryggur skansi á øðrum borði. Orkan er kanska ikki tann sama sum í gomlum døgum, men tað er hugvekjandi at síggja, hvussu fá mistøk hann ger.

Jóan Hendrik telvaði undir miðal. Tað veit hann best sjálvur, og tað tekur honum fast, at hann ikki kom á rætta lagið í Baku. Úrslitini hava verið góð í seinastuni, hann hevði tí vónir um munandi betri úrtøku, men viðhvørt klikkir ikki, sum tað eigur. Forsetin í Talvsambandinum, Finnbjørn Vang, endaði sum bráðfeingis eykamaður, men tað riggaði minni væl. Talvolympiada er harður kostur, tí er umráðandi, at vit manna okkum við fimm javntgóðum telvarum. Tað nýtist ikki at vera nakað dulsmál, at John Arni Nilssen og Rógvi Egilstoft Nielsen – og kanska aðrir við teimum – høvdu styrkt føroyska liðið, men viðhvørt eydnast ikki at manna okkara landsliðið við øllum teimum bestu.

USA vann

Fyri fyrstu ferð í 40 ár vann USA talvolympiaduna. Manningin var henda: 1. Fabiano Caruana 2. Hikaru Nakamura 3. Wesley So 4. Ray Robson 5. Sam Shankland. Ukraina var nummar tvey og Russland nummar trý.

Noreg gjørdi rættiligan vørr og endaði sum nummar fimm av teimum 180 londunum í almennu kappingini. Heimsmeistarin Magnus Carlsen á 1. borði gjørdi sum vera man heilt góðan mun.

Fremstu tíggju liðini vóru: 1. USA 2. Ukraina 3. Russland 4. India 5. Noreg 6. Turkaland 7. Poland 8. Frakland 9. Ongland 10. Peru

Norðurlond: 5. Noreg 45. Danmark 55. Finnland 59. Svøríki 60. Ísland 101. Føroyar.

Talvolympiada verður aftur í 2018 í Batumi í Georgia.

Sí eisini

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík. 40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, …