Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / OL 2016: Sannførandi avrik
Mynd: Gunnar Bjornsson

OL 2016: Sannførandi avrik

Tað var hugaligt at síggja, hvussu føroysku telvararnir í Baku í dag grundaðu ein hin fínasta sigurin í einstøkum dysti móti dygdargóðum mótstøðuliði í nakrari talvolympiadu. At vinna á Bosnia-Herzegovina kemur ikki av ongum. Talan er um so sterka manning, sum vit kappast ímóti, at okkara menn mugu vera serliga væl útbornir fyri at útinna setningin.

Helgi Dam Ziska tykist vera flúgvandi í hesum døgum. Við svørtum vann hann í røttum kamptalvi á stórmeistaranum Denis Kadric. Kadric telvaði hart og leyp á, og Helgi mátti taka til rýmingar við konginum yvir á frúgvasíðuna. At síggja til var støðan ótrygg hjá svørtum, men líkt er til, at Helgi hevði tamarhald á øllum.  Hann vardi seg væl við konginum innanfyri ein finnuverjugarð mitt fyri á borðinum, og smátt um smátt brynjaði hann seg til álop kongsmegin. Brátt mátti bosniski stórmeistarin taka alt fólk aftur at verja seg, men so mikið væl var løtt hjá okkara manni, at støðan hjá Kadric stóð ikki at bjarga.

Sjúrður Thorsteinsson gjørdi Helga bragdið eftir við fínum sigri á 4. borði. Mótstøðumaðurin lat eina finnu í minni kendum frábrigdi í sisilianskum, men fekk hana ikki aftur, sum hann ætlaði. Sjúrður helt fast og við góðum riddaraleiki fekk hann í fimtanda leiki góða støðu og fyrimun. Tvørámaðurin telvaði ógvuliga sannførandi eftir hetta, og spældi í roynd og veru sín mann niður, so at tað var ein fragd at sjá.

John var ógvuliga tryggur við hvíta fólkinum á 2. borði. Hetta var ein av døgunum, tá Rødgård ikki er at høgga ella stinga í. Einki vágið eksperiment, men varið og korrekt og logiskt allanvegin og einki vingl í teknikkinum.  Eitt rættiligt stórmeistararemis.

Jóan Hendrik hevði mest roynda bosniska telavaran ímóti sær. Dizdarevic var við í teimum góðu árunum hjá Bosnia, og var við at vinna olympiskt silvur í 1994. Talvið var rættiliga javnt, men eitt fínt kvalitetsoffur bar í sær, at bosniski stórmeistarin slapp í endatalv við finnu í meirluta. Einki veruligt mótspæl var hjá Jóan Hendriki, og tí gjørdist tað mest bara ein spurningur um teknikk hjá Dizdarevic at vinna endatalvið.

Besta úrslitið?

Spurningurin er, um úrslitið í dag man vera besti einstaki sigur hjá Føroyum móti góðum mótstøðuliði á nakrari talvolympiadu.

Miðaltalið hjá mótstøðuliðnum táttaði í 2500. So sterka manning hava vit helst ikki vunnið á fyrr. Tríggir stórmeistarar og ein Fidemeistari sótu yvir av okkum. Men tað kann hvør í sínum lagi døma um.

2-2 móti Rumenia í 1990, 2-2 móti Danmark í 1992, 1½-2½ móti Hollandi í 2008 (Holland endaði nummar 12) og 2-2 móti Danmark í EM 2015 eru alt góð úrslit, men vit vunnu ongan av hesum dystum. At vinna dyst á góðum liði yvir fýra borð gert tú ikki á hvørjum degi.

Ein av bestu dystunum hjá Føroyum í OL var hetta í hvussu er – kanska tann besti.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …