Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / OL 2016: 8. umfar: Sensasjónellur sigur

OL 2016: 8. umfar: Sensasjónellur sigur

Føroyska talvlandsliðið hevur seinnapartin heilt óvæntað vunnið á Bosnia-Herzegovina á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Dysturin endaði 2½-1½ til Føroyar.

Helgi Dam Ziska og Sjúrður Thorsteinsson vunnu, John Rødgård telvaði javnt og Jóan Hendrik Andreasen tapti.

Úrslitið er tað besta hjá Føroyum í kappingini higartil, og eitt hitt besta – kanska hitt besta einstaka úrslit yvirhøvur hjá Føroyum móti so sterkum liði á nakrari talvolympiadu.

Bosnia, sum er styrkismett nummar 41, hevði mannað seg við trimum stórmeistarum og einum altjóða meistara móti Føroyum. Bosnia-Herzegovina hevur ofta staðið seg væl í millumtjóða talvkappingum. Í 1994 endaðu teir nummar tvey á talvolympiaduni.

Helgi Dam Ziska vann á 1. borði við svarta fólkinum móti stórmeistaranum Denis Kadric, sum hevur hægri styrkital enn Helgi. Helgi hevur nú 5½ stig av 7 møguligum og er framvegis ósigraður á 1. borði.

Føroyar vóru fyri dystin í dag nummar 68 í røðini av teimum 180 londunum í kappingini, men hava nú tikið seg enn longur fram.

Níggjunda umfar verður telvað í morgin. Enn er ikki greitt hvørjum Føroyar tá telva ímóti. Talvolympiadan endar týsdagin.

Sí eisini

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík. 40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, …