Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / OL 2016: 6. umfar – Arbeiðssigur

OL 2016: 6. umfar – Arbeiðssigur

3-1 móti Sao Tome og Principe í sætta umfari hósdagin 8. august er nøktandi, hóast okkara menn vóru greiðir ratingfavorittar á øllum borðum. Suðuroyingarnir á fyrsta og triðja borði vunnu, og hinir spældu javnt.

Eitt sindur hugstoytt, at hvørgin av okkara “hvítu” monnum vunnu. Jóan Hendrik hevur framvegis ikki løtt kanónina nóg sterkt. Hann vann tíðliga finnu og fekk góða støðu, men so kom stígur í hjá honum. Hann fann ikki røttu loysnina, hin fekk stundir at javna støðuna, og tók síðani okkara mann á bóli við snildisligari finnutøku. Eftir tað vóru møguleikarnir at vinna farnir.

Finnbjørn Vang fekk kjansin í dag, nú Helgi leyp ein dyst um. Finnbirni so líkt, skeyt hann óræddur við skørpum. Hann kom at standa so væl, at sigurin mundi vera í hendi, men fekk so ikki afturhald at offra fólk, og til endans hevði hann spælt sær av við fyrimunin. Eisini remis.

Við svarta fólkinum vunnu John og Sjúrður á 1. og 3. borði. Teir høvdu tað seiga trekkið. Spældu hóvliga, sættaðust við ein lítlan fyrimun, fílaðu og dammaðu so, til vunnið var.

El Salvador í morgin

Við sigrinum hava Føroyar vunnið seg fram á 85. pláss. Júst har, sum vit eru styrkismettir. Í morgin møta vit El Salvador, sum er styrkismett nummar 106.

Væntandi verður Helgi Dam Ziska aftur á liðnum tá. Taktiskar grundir búðu undir hansara fráveru í dag. Møguleikar hansara fyri stórmeistaranormi eru treytaðar av ymsum viðurskiftum, eitt er, at mótstøðumenninir skulu helst hava altjóða heiti og toluligt styrkital. Tað hevði eingin á dagsins mótstøðuliði. Besti telvarin hjá El Salvador er altjóða meistari, og hevur yvir 2300 í rating.

Í oddanum hevur India – uttan Anand – lagt seg á odda. Í hølunum á teimum er USA – tey bæði londini hittast í morgin. Annars er ógvuliga stutt millum fremstu liðini í Baku.

Sí eisini

HDZ

Helgi í topp 100

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur nú vunnið seg fram millum hundrað teir sterkastu í …