Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / OL 2016: Afrikanskt mótstøðulið

OL 2016: Afrikanskt mótstøðulið

Eftir ein hvílidag verður nú aftur lagt til brots á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Í sætta umfari í morgin hósdagin skal føroyska landsliðið móti Sao Tome og Principe, sum er oyggjasamfelag við afrikansku vesturstrondina áraka ekvator. Á oyggjunum búgva eini 200.000 fólk.

Føroyska liðið tapti í fimta umfari mikudagin 2½-1½ fyri Algeria, sum var styrkismett beint frammanfyri Føroyar. Sjúrður Thorsteinsson var dagsins maður og vann fínt talv á 4. borði. Helgi Dam Ziska hevði munin á 1. borði, men fyrimunurin var ikki nóg stórur til at vinna talvið.

Verri gekst á 2. og 3. borði. John og Jóan Hendrik taptu. Báðir telvaðu undir miðal. John viðgongur, at hann hevur ikki orkuna longur til fimm krevjandi dystir dag um dag, og tí kom frídagurin mikudagin væl við. Jóan Hendrik hevur havt trupulleikar við búkilsku og leysum lívi, sum ikki er óvanligt at fáa, tá tú ferðast á so fjarskotnum leiðum. Vónandi verður hann nóg birgur at telva í sætta umfari.

Gongst sum ætlað, vinna vit tryggan sigur í morgin. Sao Tome og Principe er styrkismett nummar 156, men í dystinum móti Japan eydnaðist teimum at vinna talvið á øðrum borði móti altjóða meistara, so hjá okkara monnum ræður um at hugsavna seg um uppgávuna á hvørjum borði.

Í løtuni liggja Føroyar nummar 104 í røðini av teimum 180 liðunum í kappingini, men vinna vit í morgin, taka vit okkum longur fram í røðina aftur.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …