Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / OL 2016: 3. umfar: Ruddiligur sigur

OL 2016: 3. umfar: Ruddiligur sigur

Føroyar vunnu í dag 3½-½ á Jersey í triðja umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan.

Jóan Hendrik Andreasen vann fyrst á 3. borði. Okkara maður var við svarta fólkinum ágangandi í fronsku byrjanini, og fekk straks góða støðu. Hann herjaði á kongsmegin, mótstøðumaðurin tók eina offraða finnu, men hon var eitrað, og so var ballið búið.

Helgi Dam Ziska vann somuleiðis sannførandi á 1. borði.  Hann hevði svarta fólkið, men fekk skjótt ein lítlan fyrimun í sisliliansku byrjanini. Hvítur hevði ampa av heldur veikari e-finnu og øðrum veikleikum frúgvarmegin. Stig fyri stig telvaði Helgi mótstøðumannin niður.

John fekk eisini initiativ og lítlan fyrimun tíðliga í talvinum, tá ið hann spældi c-finnuna fram á 5.røð. Mótstøðumaðurin var alt talvið heldur kroystur og gjørdi til endans tapandi leikin.

Sjúrður kom ongan veg við hvítum móti ágangandi mótstøðumanni. Støðan var yvirhøvur jøvn allan vegin, men í endatalvinum átti okkara maður helst at gagnnýtt frífinnuna frúgvarmegin betur.

Men 3½-½ er frálíkt úrslit, sum sendir føroyska liðið langt fram í røðina.

Í morgin er 4. umfar á skránni í Baku.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …