Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Høgni luttekur í European Youth Chess Championship

Høgni luttekur í European Youth Chess Championship

Seinastu 2 árini hevur framgongdin verið týðulig fyri unglingan úr Sandavágs Talvfelag,
og vónandi heldur góða gongdin fram eina tíð afturat
 
Høgni var við tá Føroyar vunnu Small Nations í Monaco ífjør,
gjørdist yngsti Føroyameistari í talvi fyri einstaklingar á Páskum, og var við til OL í Tromsø í august.
Í oktober 2012 var rating talið (styrkistalið) hjá Høgna 2064, meðan hann nú hevur 2273 á altjóða ratinglistanum hjá FIDE.
 
Um Høgni fær 27 ratingstig afturat í Batumi, hevur hann rætt til at kalla seg FIDE-Master. 
Sjálvsagt verður miðað hægri, men tað er eitt av málunum við kappingini.
 
Ferðaleiðari verður Finnbjørn Vang, nývaldur varaforseti í Evropeisku Talvsamgonguni (ECU),

sum eisini skal á aðalfund í Batumi. 

 

Fylg við kappingini her: European Youth Chess Championship

Fyrsta umfar byrjar kl. 12 føroyska tíð.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …