NM liðugt

Heiðrikur hevði heilt til síðsta umfar møguleika fyri medalju, men gjørdist hann akkurát ov stuttur.
Tá samanumkom fekk Rúni ½ stig og Heiðrikur 3 stig.

Bólkur-B:
Høgni Egilstoft Nielsen og Rúni T. Jacobsen vóru styrkismettir ávíkavist nr. 3 og aftast.
Báðir hava verið við fyrr, men serliga Høgna vóru høgar vónir um gott úrslit.

Samanumtikið skuffaðu teir heldur ikki. Rúni fekk ½ stig og endaði aftast,
meðan Høgni fekk 4 stig og tryggjaði sær bronsu. Eitt sera flott úrslit hjá Høgna, sum reisti seg mannliga eftir tapið í 1. umfari og tapti ikki aftur.

Bólkur-C:
Silas Eyðsteinsson og Eli W. Finnson eru "gamlir" kenningar í NM-høpi, men í ár vóru teir styrkismettir 3 lægst og aftast.
Tí skuldi kanska ikki væntast alt ov nógv av teimum báðum, har rating-munurin millum t.d. Eli og nr. 1 var heili 800 ratingstig.

Silas og Eli fingu tó skavað saman 1 stig í part og tað er á góðari leið.

Bólkur-D:
Janus Skaale og Ragnar Weihe hava verið við fyrr, men hettar er fyrstu ferð í bólki D.
Teir vóru lægst rataðir í einum sera sterkum bólki, men hóast hettar, megnaði Janus at fáa 1 stig og Ragnar ½.

Hesir unglingarnir vera heilt víst at síggja í fleiri sterkum kappingum, halda teir áfram at telva og venja.

Bólkur-E:
Leif R. Fjallheim og Jón í Horni Nielsen vóru frammanundan lægst rataðir í bólkinum, men fingu ½ stig í part.

Á so ungum aldri og við lítlum ella ongum royndum, er avrikið hjá teimum fínasta slag – eisini hava teir fingið roynt seg altjóða.

Sum heild er at fegnast um, at allir telvararnir komu uppá stigatalvuna, og fingu nomið sær fleiri altjóða royndir.
Serliga Høgni hevði enn eina ferð eitt frálíkt úrslit, meðan Heiðrikur telvaði sum ein brandur millum komandi norðurlendsku stjørnurnar.

Miðvísur stuðul + venjing geva úrslit, og úrslitið vísir at nógv gott er í væntu.

Flott kempa allir samlir og hjartaliga til lukku Høgni Egilstoft Nielsen !
 

Úrslit og støður

 

Youtube við Hans Hjalta Skaale

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …