Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / FM Ung-einstaklingar í Vestmanna
fm ung finala 09 231

FM Ung-einstaklingar í Vestmanna

Kappingin um FM-heitið verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:

A – bólkur: Telvarar føddir 1992-94 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1995-96 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 1997-98 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 1999-00 og (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 2001 og seinni. (10 ár og yngri)

Kappingin er opin fyri ØLLUM áhugaðum talvungdómi !

Skipað verður fyri 3 kappingum, har tvær tær fyrstu eru úttøkukappingar til endaligu finaluna:

2. kappingin verður í Vestmanna leygardagin 5. november 2011 (fyriskipari Vestmanna Talvfelag).

Telvað verða 8 umfør, har hvør telvari hevur 10. min. í part til hvørt talvið.  Byrjað verður kl. 12 í Vestmanna Skúla. Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøldið 4. november 2011 kl. 20.00.

Meldið til á tlf. 225516  – Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.

Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar – og hesar kunnu ikki tillagast.

TALVSAMBAND FØROYA

 

Sí eisini

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík. 40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, …