Við nýggja moldovska stórmeistaranum sum oddamanni eydnaðist Klaksvíkar Talvfelag sunnudagin at steðga sigursgonguni hjá vágamonnum í landskappingini í talvi. Dysturin á Giljanesi í áttanda umfari millum Sandavág og Klaksvík endaði javnur 2-2.
Les meira »Terji Petersen vinnari av Kjølur Open
Íalt 33 telvarar luttóku Kjølur – Open, sum bleiv telvað í Spaniustovu í Klaksvík í vikuskiftinum. Í hugnaligu hølunum kappaðust telvarar í øllum aldursbólkum og nakrir telvarar fingu roynt seg á fyrsta sinni til kapping av hesum slagi.
Les meira »Sandavágsmenn í stórum stíli
Fyrsta lið hjá Sandavágs Talvfelag er flúgvandi. Vágamenn vunnu í sjeynda umfari í dag ein knúsandi sigur á øðrum liði hjá Havnar Telvingarfelag, og hava nú vunnið seg trý stig framum A-liðið hjá Havnar Telvingarfelag í fremstu deildini í landskappingini fyri feløg.
Les meira »Kjølur-Open 2021
Kjølur-Open verður telvað vikuskiftið 12.-14. februar 2020. Telvað verður í Spaniustovu. Øll eru vælkomin at lutttaka í kappingini.
Les meira »Nýggjur stórmeistari í Føroyum
Helgi Dam Ziska gjørdist í 2016 fyrsti stórmeistari í talvi í Føroyum, men nú gongur annar stórmeistari norðuri í Klaksvík. Vladimir Hamitevici úr Moldova, sum í næstum fyllir 30, er fluttur til Føroyar, og hevur búsett seg í Klaksvík. Hann er millum sterkastu telvarar í Moldova, og hevur fleiri ferðir umboðað Moldova á talvolympiadum. Styrkital hansara er 2461. Bara Helgi Dam Ziska hevur hægri styrkital í Føroyum.
Les meira »Talvkapping á chess.com
Leygardagin, 6. februar 2021 kl. 18.00, verður talvkapping fyri føroyskar telvarar á netinum. Telvað verður á heimasíðuni chess.com. Talvkappingin er partur av vælumtóktu Grand Prix kappingunum. Øll eru vælkomin at royna seg, bæði roynd og minni roynd.
Les meira »Vágamenn økja
Í dag var so sjøtil settur á seinnu leikhálvu í landskappingini í talvi fyri lið. Dystirnir í sætta umfari í dag áttu av røttum at verið avgreiddir fyri tveimum vikum síðani, men vórðu útsettir vegna korona.
Les meira »Rókur Open 2021
Komandi vikuskiftið 29.-31. jan. 2021 verður Rókur-Open telvað í skúlanum á Eiði. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.
Les meira »Dagførdur talvkalendari
7. januar bleiv avgjørt, at eingin telving skuldu verða næstu 14 dagarnar. Hetta hevur havt við sær, at nakrar broytingar máttust gerast í Talvkalendaran 2020-21.
Les meira »Eingin telving næstu 2 vikurnar
Vegna korona støðuna verður eingin telving næstu 14 dagarnar. Hetta hevur við sær, at 6. umfar í liðkappingini, Rókur-Open og 7. umfar í unglingum verður útsett.
Les meira »