Rógvi og Hans Kristian á odda Tveir telvarar hava lagt seg einsamallar á odda í landsliðsbólkinum eftir fyrstu tvey umførini í FM-kappingini í talvi. Tað eru tveir fyrrverandi føroyameistarar, Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Hans Kristian Simonsen úr felagnum Róki í Sundalagnum. Sigrarnir eru ikki komnir av ongum, tí báðir hava telvað væl. Rógvi tykist væl upplagdur. Í dag var hann aftur ógvuliga neyvur og sannførandi. Hann ber orð fyri at vera álopstelvari burturav – sum pápin og yngri bróðririn – men hygg at talvinum í dag! Tað líktist næstan uppvísing í posisjónstelving. Hann næstan vant úr Ólavi Simonsen, sum spjálkaði til fánýtis. Hans Kristian brúkti harðligari metodur, men vann eisini ógvuliga sannførandi – men eisini í so lættliga. Í morgin verður spennandi, tí tá bresta oddafiskarnir saman. Hvøkkurin eftir tapið í fyrsta umfari í gjár sat kanska í føroyameistarnum Høgna Egilstoft Nielsen, tí hann var ógvuliga spakur …
Les meira »FM 1. umfar
Spenningur frá byrjan
FM-einstaklingskappingin í talvi byrjaði við einum braki. Í landsliðsbólkinum varð lagt bragdliga fyri; hvør maður kýtti seg at vinna í fyrsta umfari í gjár, á hvørjum borði var rættilig kamptelving, eingin gekk í remistonkum. Úrslitið var eisini, at einki talv endaði javnt - fimm vunnu og fimm taptu.
Eyðun Nolsøe mundi taka tey flestu á bóli. Við hvíta fólkinum koppaði hann favorittinum Høgna Egilstoft Nielsen. Í fjør vann Høgni øll tíggju talvini í kappingini, nú snávaði hann í fyrsta umfari. Eyðun telvaði skotsku byrjanina og tóktist væl fyrireikaður. Høgni var sær sjálvum líkur framfýsin og beinleiðis í sínum spæli, men Eyðun stóð stúttur og tóktist at hava fult tamarhald á støðuni. Hann fekk fólkið at standa væl á borðinum og eftir eitt uppbýti í miðtalvinum fór tað at líkjast einum fyrimuni. Og eftir tað var hann náðileysur. Ógvuliga sannførandi byrjan hjá Eyðuni, sum annars einki hevur telvað í vetur.
Les meira »FM í talvi byrjar
Ratinglistin dagførdur
Ratinglistin er dagførdur pr. 22/3-2015. Sí leinkju á vinstra bredda, undir “Annað”{jcomments off}
Les meira »Føroyski ratinglistin, 22.03.2015
Nr. Navn Felag Rating Munur 1 IM Helgi D. Ziska HT 2517 5 2 IM John Rødgaard VT 2327 3 Høgni Egilstoft Nielsen ST 2311 37 4 Olaf Berg HT 2294 5 Rógvi Egilstoft Nielsen ST 2276 24 6 IM John Arni Nilssen KTF 2253 -5 7 Jóan Hendrik Andreasen HT 2246 -15 8 FM Flóvin þór Næs HT 2229 9 Martin Poulsen HT 2218 -5 10 Rógvi W. Rasmussen TFS 2217 11 Sjúrður Thorsteinsson HT 2177 -2 12 Ólavur Simonsen KTF 2174 -8 13 Eyðun Nolsøe KTF 2164 14 Heini Danielsen SF 2160 15 FM Carl Eli N. Samuelsen ST 2158 12 16 Bogi Ziska HT 2150 17 Rúnar Berg KTF 2105 2 18 Torkil Nielsen ST 2091 -11 19 Hans Kristian Simonsen Rókur 2066 -28 20 Finnbjørn Zachariassen Rókur 2064 21 Jens Christian Hansen TT 2063 -22 22 Steintór Rasmussen KTF 2059 -11 23 Torbjørn Thomsen Rókur 2045 …
Les meira »Endaumfarið telvað í Sandavági
Síðsta umfar í Liðkappingini 2014/15 verður telvað í nýggja skúlanum á Giljanesi, leygardagin 21. mars. Byrjað verður kl. 10.00. Ynskiligt er, at telvararnir møta í góðari tíð. Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt, telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. Dømi: Ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild. Hesin regul er galdandi fyri allar deildir.
Les meira »Innbjóðing til HT-Open 2016
Hervið verður bjóðað til talvkappingina HT OPEN 2016 dagarnar 22.-24. apríl. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2015/16.
Les meira »
KTF kvik
Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Klaksvík, leygardagin 07. mars. Telvað verður í Snjallu Bjallu. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.
Kappingin byrjar leygardagin 07. mars, kl. 12.30. Telvað verða 7 umfør.
Tilmelding higartil: http://www.chess-results.com/tnr164249.aspx?lan=7
Les meira »
Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 8. mars kl 14, í Skúlanum á Argjahamri
KOM VIÐ
Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 8. mars kl 14, í Skúlanum á Argjahamri
Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina.
Telvað verður í minst 3 aldursbólkum:
2 flokkur og yngri
3 til 5 flokkur
6 til 10 flokk
Um luttøkan gerst stór verður deilt í smærri bólkar.
Les meira »
ST-Kvik 2015
Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági, leygardagin 21. februar.
Telvað verður í talvhølinum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.
Kappingin byrjar leygardagin 21. februar kl. 11.00. Telvað verða 7 umfør.
Tilmeldingar: http://www.chess-results.com/tnr162088.aspx?lan=7
Les meira »