ST-Open 2016

Fyrsta open kapping, í hesum kappingarárinum, verður í Sandavági í vikuskiftinum.

Les meira »

GP 2 í Sandavági

GP 2 verður í Sandavági leygardagin 29. oktobur kl. 13.00. Telvað verður í talvhølinum hjá Sandavágs Talvfelag. Kappingarskipan: Kviktalv 10 min + 5 sek/leik, 7 umfør.

Les meira »

Helgi Dam Ziska vann GP1 í Klaksvík

Fyrsta kappingin í talvkalendaranum varð telvað í Klaksvík leygardagin. Hóast fletting og annað forðaði nøkrum at møta, so bleiv kappingin væl sterkari enn vanligt. Komandi stórmeistarin Helgi Dam Ziska var greiður favorittur, men eisini Olaf Berg, Ólavur Simonsen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen vóru til dystin fús.

Les meira »

Heðin ynskti stórmeistaranum tillukku.

Tað var ein stórhending í føroyskari ítróttarsøgu, tá ið havnarmaðurin, Helgi Dam Ziska, sum fyrsti føroyingur nakrantíð vann sær heiti stórmeistari í talvi. Hetta hendi, tá ið Helgi vann á Jose Daniel Gemy úr Bolivia á talvolympiaduni í Baku. Í dag var stórmeistarin boðin til samkomu í Móttøkuhúsinum í sambandi við flotta avrikið herfyri. Helgi Dam Ziska telist nú millum bestu telvarar í heiminum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, ynskti telvaranum hjartaliga til lukku við nýggja heitinum stórmeistari. Stórmeistarin er vaksin upp í Havnar Telvingarfelag, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, duldi ikki fyri, at Helgi Dam Ziska er ein góð fyrimynd hjá telvarum í øllum aldri – bæði í Havn og kring landið. Á myndini: Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandi Føroya, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Helgi Dam Ziska, stórmeistari, og Rubek Lilaa, umboð Havnar Telvingarfelag. Kelda: www.vp.fo og torshavn.fo

Les meira »

GP 1 í Klaksvík

Fyrst GP-kappingin verður í Klaksvík leygardagin 15. oktobur kl. 13.00. Kappingarskipan: Snartalv 3 min + 2 sek/leik, 9 umfør, swiss. Møguliga round-robin um luttøkan er lág. Tilmelding: Sms/mail við navn og rating til 751422 ella finnbjorn@faroechess.com í seinasta lagi fríggjadagin 14. oktobur kl. 18.00. Tað verður ikki tikið móti tilmeldingum eftir freistina!

Les meira »

Røða til Helga Dam Ziska frá Talvsambandinum.

  Góði Helgi, Sum forseti í Talvsambandi Føroya, er tað mær ein stórur heiður og gleði, at kunna vera við at heiðra teg ídag. Líka síðani Talvsamband Føroya varð stovnað 1970, og skipað telving varð sett á stovn, hevur dreymurin um ein føroyskan stórmeistara verið nærliggjandi. Men 46 ár skuldi ganga, áðrenn dreymurin bleiv veruleiki. Nógvir eru varðarnir á leiðini, og eina serstøka tøkk vil eg veita teimum ið undan gingu. Tað er einki at ivast í, at stovnararnir av TSF sum framvegis eru millum okkara, eru ernir og fegnir tína vegna hesar dagar, og vit senda teimum ið farnir eru, ein hjartaligan tanka.

Les meira »