Seinasta umfarið í liðkappingini

lidkapping2

lidkapping2

Komandi vikuskifið verður seinasta umfarið í liðkappingini telvað. Spenningurin undan seinasta umfarinum er stórur í øllum deildum, uttan í 3. deild, har vinnarin longu er funnin.

Fleiri lið kunnu enda jøvn, og møguliga skulu umdystir til fyri at finna FM vinnararnar í 1. deild og Unglingadeildini.

 

Les meira »

Flóvin í DM-orrustu !

 

Sera stórur spenningur er í donsku liðkappingini, nú K41 - sum FM Flóvin Tór Næs telvar við - er sera nær við DM-gullið.

Les meira »

Reykjavík Open 2010: Heini Olsen sigur frá (1. partur)

 

 

 

Afturvendandi talvkappingin í íslendska høvuðsstaðnum var sær sjálvari ikki ólíkt væl mannað í ár. Ikki færri enn 104 telvarar høvdu sett hvør øðrum stevnu í Reykjavík – og millum teirra vóru heimsstjørnur, glaðir og knapt so glaðir amatørar, meira og minni evnaríkir unglingar og onkrastaðni mitt í rokanum yours truly.

 

Les meira »

Sára og Hanna vunnu FM fyri gentur !

 

Enn eina ferð var Kollafjarðar Skúli karmur um FM í talvi fyri gentur. Telvað varð í tveimum bólkum, U13 og U16. 8 gentur høvdu boðað frá luttøku, harav 6 telvaðu í yngra bólkinum.

Les meira »

ELO rataðar kappingar

ELO rating

Fyri at kappingar skulu vera ELO rataðar, skulu tær vera fráboðaðar til FIDE í seinasta lagi ein mánaða áðrenn tær byrja.  Tískil verður hervið heitt á fyrireikaðar av planløgdum kappingum at boða hesar frá til Mogens Nielsen, í góðari tíð, á telduposti: mnskak@gmail.com

Les meira »

Innbjóðing: HT OPEN 2010 !

 

Hervið verður bjóðað til HT OPEN 2010 talvkappingina í hølum Havnar Telvingarfelags í døgunum 12.-14. mars. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2009/10.

Les meira »