Høgni fekk fult fríggjadagin
Føroyameistarin vann fyrsta dagin í NM kappingini bæði talvini og er fremstur
Fyrsti dagurin í NM kappingini í skúlatalvi var langur. Hetta var ikki óvæntað, tí luttakararnir úr Íslandi komu ikki fyrrenn seinnapartin. Tað er ferðasamband millum Føroyar og Ísland fríggjadag og mánadag, og tað bar ikki annað til enn at laga skránna eftir ferðamøguleikunum.
Steðgurin millum fyrsta og annað umfar var ikki langur, og síðstu talvini í øðrum umfari vóru ikki liðug fyrrenn út ímóti miðnátt.
Tað verður telvað á Hotel Klaksvík – á Sjómansheiminum. Triðja umfar verður leygardagin klokkan 10.00. Kappingin er almenn.
Tíverri vóru tað fríggjadagin trupulleikar við live dagføringini. Tað verður arbeitt við at fáa hetta at rigga í morgin, men enn er ikki greitt, um tað fer at eydnast.
Les meira »